Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur sett Hjalmar Hansen í starvið sum stjóra í Undirvísingarstýrinum frá 1. mai 2018 at rokna. Undirvísingarstýrið er stovnur undir Mentamálaráðnum, sum kemur at hava fyrisitingarligar rakstraruppgávur innan undirvísingarverkið um hendi.
Hjalmar Hansen er 50 ára gamal og útbúgvin Cand.Merc.(jur.). Harumframt hevur hann leiðsluútbúgving á masterstigi við serligum denti á námsfrøði og prógv sum HR-ráðgevi.
Hjalmar Hansen hevur drúgvar undirvísingarroyndir umframt hollar leiðsluroyndir í skúlahøpi og innan onnur øki.
Síðan august 2015 hevur Hjalmar Hansen starvast sum vararektari og útbúgvingarleiðari á Miðnám á Kambsdali. Frammanundan var hann deildarstjóri á Føroya Handilsskúla á Kambsdali í 3 ár.