STJÓRASETANIN Á VINNUHÁSKÚLANUM BÆÐI LÓGLIG OG SAKLIG - grein hjá Bjørn Kalsø landsstýrismanni
Nakað av orðaskifti hevur staðist av, at nýggjur stjóri er settur í starv á Vinnuháskúlanum.
Í orðaskiftinum verður spurt, hví landsstýrismaðurin mann hava tikið avgerð um at seta Vilhjálm Gregoriussen í starv, heldur enn stjóran á skúlanum seinastu 8 árini.
Skal í stuttum grundgeva fyri hesum niðanfyri.
Landsstýrismaðurin setanarmyndugleiki
Fyri tað fyrsta er umráðandi at gera greitt, at tað er landsstýrismaðurin og eingin annar, sum er setanarmyndugleiki. Í § 8 lógini um útbúgving av manning á skipum er ásett, at landsstýrismaðurin setur í starv stjóra á Vinnuháskúlanum.
Tí er tað fult og heilt í tráð við lógina, at landsstýrismaðurin hevur sett stjóra í starv. Hesum taki eg eisini fulla ábyrgd av.
Setanarpolitikkurin fylgdur
Sambært almenna setanarpolitikkinum skal setanarnevnd setast m.a. at gera tilmæli um, hvørjar umsøkjarar hon heldur vera best skikkaðar til starvið og at grundgeva fyri hesum. Tað er eisini gjørt í hesum setanarmáli. Setanarnevndin hevur innstillað 3 av 10 umsøkjarum, sum hon út frá eini heildarmeting heldur vera skikkaðar til starvið.
Setanarnevndin hevur í tilmælinum innstillað í eini raðfylgju, har fyrrverandi stjórin út frá nevndarinnar heildarmeting er nr. 1.
Landsstýrismaðurin hevur síðan sakliga viðgjørt tilmæli, og hevur fylgt ráðunum frá setanarnevndini við at seta ein av innstillaðu og harvið skikkaðu umsøkjarunum.
Tað er ongastaðni í almenna setanarpolitikkinum ásett, at landsstýrismaður skal fylgja tilmæli frá setanarnevnd so neyvt, at hann ikki kann seta annan enn tann, sum er innstillaður, sum nr. 1. Um so var, hevði heldur ikki verið neyðugt at lagt málið fyri landsstýrismannin, tí so var talan um umsitingarligt mál burturav.
Avgerð landsstýrismansins er tí eisini fult í tráð við almenna setanarpolitikkin.
Landsstýrismaðurin skyldu at grundgeva sakliga fyri sínum avgerðum
Á sama hátt sum umsitingin hevur skyldu at grundgeva sakliga fyri sínum tilmæli, so hevur landsstýrismaðurin eisini skyldu til sakliga at grundgeva fyri sínum avgerðum.
Niðanfyri skal eg tí geva almenninginum innlit í, hví eg havi tikið avgerð um at seta Vilhjálm Gregoriussen í stjórastarvið á Vinnuháskúlanum heldur enn fyrrverandi stjóran.
Lýsingin
Tá lýst varð eftir stjóra, varð dentur lagdur á, at komandi stjórin skuldi hava viðkomandi hægri útbúgving, og at m.a. viðkomandi starvs- og leiðsluroyndir eisini skuldu til fyri at verða settur í starv.
Víst varð eisini á í lýsingini, at ætlanin er at uppstiga partar av maritimu útbúgvingunum á bachelorstig.
Tað hevði tí sera stóran týdning fyri meg, tá avgerðin skuldi takast, at nýggi stjórin hevði bæði viðkomandi og hægri útbúgving, samstundis, sum hann eisini hevði neyðugar starvs- og leiðsluroyndir.
Grundgeving fyri starvssetanini
Vilhjálmur Gregoriussen, sum tekur við stjórastarvinum á Vinnuháskúlanum 1. september, hevur Master útbúgving í leiðslu frá Århus Universiteti, hevur harafturat HD útbúgving í organisatión, er bachelor í datalogi, hevur sera góð skipsførara- og stýrimansprógv, hevur skeið í leiðslu og onnur viðkomandi skeið.
Umframt royndir á sjónum, sum hava týdning, hevur hann eisini fjølbroyttar leiðslu- og fyri-sitingarligar royndir innan ymisk fyri starvið sera viðkomandi arbeiðsøki. Hann hevur síðani 2008 verið stjóri/leiðari á Skipaeftirlitinum/Sjóvinnustýrinum, verið økisstjóri á TAKS, undirvísingarleiðari í Søfartsstyrelsen, og hann hevur 10 ára royndir sum undirvísingarleiðari í Mentamálaráðnum fyri maritimu skúlarnar.
Fyrrverandi stjórin hevur prógv, sum skipsførari og stýrimaður, og hevur viðkomandi starvs og leiðsluroyndir, men hann hevur ikki endaligt prógv í nakrari hægri útbúgving.
Tí gjørdist hann ov stuttur, tá avgerðin varð tikin.
Við øðrum orðum legði eg í heildarmetingini størri dent á útbúgvingarliga støðið enn setanarbólkurin.
Vinnuháskúlin er týðandi útbúgvingarstovnur og Mentamálaráðið er útbúgvingarmálaráð. Ætlanin er sum sagt eisini at uppstiga partar av maritimu útbúgvingunum á bachelorstig. Tað hevur tí stóran týdning, at stjórin á skúlanum hevur eina útbúgving, ið liggur á einum nóg høgum støði í mun til hægstu útbúgvar á skúlanum.
Eingin kann stjórna einum fólkaskúla við 10. floks prógvi, heldur eingin kann stjórna einum miðnámsskúla við miðnámsskúlaprógvi.
Tí bar heldur ikki til hjá mær at seta annan enn tann av skikkaðu umsøkjarunum, sum eg út frá eini heidarmeting metti hava nógv tað mest viðkomandi og samstundis hægsta útbúgvingarstøðið, saman við sera fjølbroyttum og viðkomandi starvsroyndum. Alt annað hevði verið burturvið. Og tað ivist eg heldur ikki í, at fólk flest skilja, sjálvt um onkrir av miðlunum royna at mála eina skeiva og fløkta mynd av hesum sera einkla máli.
Umsitingin samd
Kann leggja afturat, at umsitingin íroknað fyrrverandi aðalstjóra og setanarnevnd vóru samd í, at Vilhjálmur Gregoriussen hevði bæði bestu og samstundis eisini mest viðkomandi “pappírini” í mun til lýsingina eftir stjóra.
Skjalfast, at grundgevingar landsstýrismansins bæði eru lógligar og sakligar
Bæði innanhýsis løgfrøðiliga ráðgevingin í Mentamálaráðnum, sum aðalstjórin sjálvur vísti mær á, og uttanhýsis løgfrøðilig ráðgeving, sum eg sjálvur valdi at spyrja, hava í notatum uttan mína uppíblanding skrivliga váttað, at avgerðin um at seta Vilhjálm Gregoriussen í stjórastarvið, bæði er lóglig og sakliga grundað.
Tað er tí skjalfast, at grundgevingar landsstýrismansins bæði eru lógligar og sakligar.
At onkur er, sum ikki er samdur í, at avgerðin er røtt, er annað mál, sum eg virði, og sum er fult í tráð við fólkaræðið og okkara demukratisku skipan annars.
Onnur viðkomandi viðurskifti, sum hava verið frammi í orðaskiftinum, eitt nú um gegni hjá landsstýrismanninum og spurningurin um, hvørt tað hevði verið rættari at latið setanartilgongdina gingið umaftur, eru eisini viðgjørd og lýst neyvt í málinum.
Tí er at sláa kalt vatn í blóðið, hava álit á og góðtaka, at landsstýrismaðurin hevur tikið eina lógliga og sakliga avgerð, sum hann hevur fullan rætt og skyldu til at taka og sum hann eisini einsamallur tekur fulla ábyrgd av.