19.08.2024 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Starvslesandi í føroysku sendistovunum

Starvslesandi í føroysku sendistovunum

Vilt tú verða starvslesandi (stagiaire) í Brússel, London, Keypmannahavn, Reykjavík, ella Tel Aviv?

Uttanríkistænastan leitar eftir starvslesandi til føroysku sendistovurnar í Brússel, London, Keypmannahavn, Reykjavík og Tel Aviv.

Sum starvslesandi verður tú partur av dagliga virkseminum á eini sendistovu. Tann starvslesandi fær eina høvuðsuppgávu at loysa, sum er tengd at fakligari bakgrund hjá viðkomandi og tørvi hjá sendistovuni. Dømi um eina tílíka uppgávu er at skriva tilfar til heimasíðuna hjá okkum, skriva frágreiðing um ein altjóða felagsskap, skriva lýsing av eini vinnugrein ella líknandi. Harafturat skal tann starvslesandi svara fyrispurningum og leita eftir upplýsingum.

Freistin at søkja er á middegi 30. august.

Sí meira her