Nú fáa yrkislistafólk í Føroyum betri arbeiðsumstøður.
Skipanin við listafólkalønum, sum Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur sett á skinnarar fyri at tryggja listafólkum arbeiðsnáðir í longri tíðarskeið, er nú komin í gildi.
- Talan er um slóðbrótandi og tiltrongda skipan, sum bøtir um korini og arbeiðsnáðirnar hjá okkara listafólki. Skipanin er eisini ein politisk viðurkenning av tí sera týðandi arbeiðinum, sum listafólk gera fyri mentan okkara, sigur Rigmor Dam.
Listafólkalønin verður latin í trý ár, tó er møguligt at leingja játtanina upp til tvær ferðir trý ár afturat – so hon tilsamans kann veitast sama listafólki upp í níggju ár, um nevndin mælir til tað. Tá skipanin er fult útbygd, kunnu níggju listafólk vera í henni.
Tað sermerkta við nýggju skipanini við listafólkalønum er, at tað burturav eru yrkislistafólk, sum kunnu søkja.
Munurin á starvslønarskipanini og listafólkalønarskipanini er, at skipanin við starvslønum vendir sær til ein breiðan bólk av bæði leikum og lærdum, og í teirri skipanini verður hvørt ár ein starvsløn latin fyri trý ár, og síðani eru fleiri styttri starvslønir, sum kunnu vera alt frá einum ári til ein mánað.
Í nýggju listafólkalønarskipanini verða allar lønir veittar í minsta lagi trý ár.
Tey, ið fáa listafólkaløn kunnu ikki vera í øðrum føstum starvi samstundis, men kunnu tó hava inntøkur frá sínum listaliga arbeiði umframt.
Listafólkalønin svarar – eins og starvslønin – til læraraløn á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1.
Rigmor Dam, landsstýriskvinna fegnast um, at kunngerðin um listafólkalønirnar nú er endaliga samtykt.
- Tað tekur langa tíð at framleiða dygdargóða list – at skriva eina bók, komponera eitt tónleikastykki ella framleiða ein film, og tað arbeiðið skal ikki undirmetast, staðfestir Rigmor Dam og fegnast um, at listafólkalønin hevur fingið so góða undirtøku.
Tað verður Mentanargrunnur Landsins, sum fer at umsita listafólkalønina, men tað verða viðkomandi faknevndir, sum fara at meta um dygd og fakligheit á umsóknunum og gera tilmæli um játtanir.
Nú fer Mentanargrunnurin at gera neyðugu fyrireikingarnar, so klárt verður at søkja fyrst í komandi ári.