Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur sett Sonna Óla Djurhuus í starvið sum skúlastjóri í Skúlanum við Streymin frá 15. januar 2016 at rokna.
Sonni Óli Djurhuus er 41 ár, tók læraraprógv í 2003 og bachelor útbúgving í námsfrøðiligari leiðslu við høvuðsdenti á samstarvi millum professiónir í 2013. Eisini hevur hann útbúgving sum UEFA-A lisens venjari í fótbólti.
Eftir lokna útbúgving hevur Sonni Óli Djurhuus fyrstu árini starvast sum lærari í Sankta Frans skúla, var tvey ár í Danmark, har hann arbeiddi í einum spesialskúla og vanligum skúla. Hann kom heim til Føroya í 2006 og byrjaði í Norðskála-Oyrar Skúla, har hann umframt at vera lærari eitt tíðarskeið eisini var fyrstilærari í tvey ár. Eisini hevur hann undirvíst í Skúlanum við Ósánna eitt tíðarskeið.
Sonni Óli Djurhuus hevur tey síðstu 2½ árini verið leiðari á Rásini í Runavík, ið er ein samdøgurstovnur / -skúli fyri ung við menningartarni.
Hann hevur verið aktivur innan ítrótt í mong ár og hevur m.a. verið landsliðsvenjari hjá ÍSB í 13 ár.