Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur sett Sonna Djurhuus í starvið sum leiðari á Rásini í Runavík.
Sonni Djurhuus er 38 ára gamal og útbúgvin lærari í 2003. Hann tekur ískoytisútbúgving til bachelor í námsfrøðiligari leiðslu. Sonni Djurhuus hevur royndir sum lærari og leiðsluroyndir sum skúlaleiðari á Norðskála-Oyrar Skúla í 2 ár. Hann hevur verið landsliðsvenjari innan frælsan ítrótt hjá ÍSB í 11 ár og soleiðis royndir at vera um ung við breki.
Sonni Djurhuus byrjar í nýggja starvinum tann 1. august.
Tað vóru 9 umsóknir til starvið sum leiðari á Rásini, sum er skúlatilboð til ung við breki.