15.04.2020 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Soleiðis verða próvtøkurnar í summar

Soleiðis verða próvtøkurnar í summar

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur tikið avgerð um, at broytingar verða í próvtøkunum á miðnáms- og yrkisskúlunum í ár. Orsøkin til broytingina er íkomna støðan við Covid-19.

Í høvuðsheitum merkja broytingarnar, at 3. árs næmingar á øllum breytum skulu til tvær próvtøkur, 2. árs næmingar á Fyrireikingarbreytini skulu til fýra próvtøkur og næmingarnir í 1. og 2. s skulu ikki til próvtøku í summar.

 

Miðnámsskúlar

Seinasti undirvísingardagur hjá endaflokkunum er 15. mai 2020. Próvtøkuætlanin og ársmetini hjá endaflokkunum verða kunngjørd næmingum og lærarum hendan dagin.

Farið verður til próvtøku eftir hesum leisti:

Gymnasialt miðnám

Skrivligar

próvtøkur

Munnligar

próvtøkur

Próvtøkur

tilsamans

3. árs næmingar á HUG, BÚS, NÁT, TIL, TØK

Øll skulu til próvtøku í føroyskum.

Øll skulu til próvtøku í einari lærugrein sambært raðfestingarlistanum.

Tvær: ein skrivlig

og ein munnlig.

Í restina av lærugreinunum,

sum trektar eru

til próvtøku,

verður ársmetið

givið sum próvtal.

2. árs næmingar á FYR

Tvær lærugreinar.

Øll skulu til

próvtøku í føroyskum. Hartil einari sambært raðfestingar-

listanum.

Tvær lærugreinar.

Øll skulu til

próvtøku í føroyskum.

Hartil einari sambært raðfestingar-listanum.

Fýra: tvær

skrivligar og

tvær munnligar

Í restina av lærugreinunum

verða ársmet

givin sum próvtøl.

1. og 2. árs næmingar á HUG, BÚS, NÁT, TIL, TØK

Eingin.

Í lærugreinum,

sum trektar

eru til próvtøku, verður ársmetið

givið sum próvtal.

1.árs næmingar á FYR

Eingin.

Í lærugreinum,

sum enda í ár,

verða ársmet

givin sum próvtøl.

Næmingar, sum taka útbúgvingina yvir fleiri ár, og

eru á næstsíðsta ella síðsta ári.

Til próvtøku í føroyskum, um tey enda hesa lærugreinina í ár.

Serstøk próvtøkuætlan.

Serstøk próvtøkuætlan.

Í restina av lærugreinunum,

sum trektar eru

til próvtøku,

verður ársmetið

givið sum próvtal.

Stakgreinalesandi

Í mesta lagi

fýra próvtøkur.

Miðað verður

eftir, at tvær

eru skrivligar og

tvær munnligar.

Í restina av lærugreinunum

verða ársmet givin sum próvtøl.

Sjálvlesandi

Til próvtøku í

øllum lærugreinum. Onkur próvtøka

kann verða flutt til sjúkrapróvtøku-skeiðið.

Næmingar, sum

eru frítiknir fyri próvtøku í føroyskum, vegna fremmandmálsligt bakstøði

Øll skulu til próvtøku í einari lærugrein. Miðað verður eftir, at hetta verður ein mállærugrein, t.d. enskt.

Øll skulu til

próvtøku í

einari lærugrein sambært raðfestingar-listanum.

Tvær: ein

skrivlig og ein munnlig.

Í restina av lærugreinunum, sum trektar eru

til próvtøku,

verður ársmetið givið sum próvtal.

Serstøk próvtøkuætlan verður gjørd fyri næmingar, sum taka 3-ára útbúgving yvir fýra ár og fyri teir næmingar, sum taka útbúgvingina eftir serligari skipan.

Undirvísingin hjá næmingunum í 1. og 2. s umframt 1. árs næmingunum á FYR heldur fram eftir 15. mai, og ársmet verða givin seinasta skúladag, sum er 5. juni.

 

Yrkisútbúgvingar

Skúlagongdin hjá næmingum á yrkisútbúgvingunum byrjar aftur 20. apríl. Hædd verður tikin fyri tilmælunum hjá heilsumynduleikunum, og undirvísingin verður skipað sambært hesum.

Farið verður til próvtøku eftir hesum leisti:

Yrkisnám

Almennar lærugreinar

Yrkislærugreinar

Bil, El, Maskin, Smiðja, Timbur, Hárfríðkan og Matvøra

Skúlin skipar sjálvur

fyri innanhýsis

próvtøkum í

lærugreinum á D-,

E- og F-stigi

Skúlin skipar

próvtøkurnar í

samráð við

Yrkisdepilin.

Støðisútbúgving innan fyrisitingarøkið,

handilsøkið og skrivstovuøkið

(FHS)

Næmingarnir fara

til eina próvtøku

sambært raðfestingar-listanum.

Í restina av lærugreinunum,

sum trektar eru til próvtøku, verður

ársmetið givið

sum próvtal.

Næmingarnir fara til próvtøku í føstu verkætlanini.

Støðisútbúgving innan fyrisitingarøkið,

handilsøkið og skrivstovuøkið

Stakgreinalesandi (lærlingar)

Næmingarnir fara

til eina próvtøku

sambært raðfestingarlistanum.

Í restina av lærugreinunum verða ársmet givin sum próvtal.

Skúlin skipar

hendan partin í

samráð við

Yrkisdepilin.

Klædnaatstøðingur og Tilvirkisatstøðingur

Skúlin skipar saman við Próvstovuni fyri próvtøkunum.

Skúlin skipar

próvtøkurnar í

samráð við

Yrkisdepilin.

Broytingarnar í próvtøkunum á miðnáms- og yrkisskúlunum líkjast teimum broytingunum, sum eru gjørdar í Danmark. Hetta hevur við sær, at einki verður broytt í mun til upptøku av føroyskum næmingum á donskum útbúgvingarstovnum.