Soleiðis skriva tveir næmingar, ið ganga á United World College í Noregi í 2016/17
UWCRCN (United World College Red Cross Nordic) er ein altjóða IB-skúli, sum liggur í einari lítlari bygd í Noregi, ið eitur Flekke. Her koma næmingar úr londum kring allan heimin at búgva saman bæði fyri at læra og at búnast. UWC skúlarnir hava sum endamál at sameina næmingar úr ymiskum londum gjøgnum eina IB-útbúgving. IB (international baccalaureate) er ein 2-ára gymnasial, miðnáms útbúgving, ið er viðurkend av øllum heimsleiðandi universitetunum.
Umframt tær kravdu lærugreinirnar í IB-útbúgvingini á UWCRCN er eisini kravt, at næmingarnir velja nøkur “extra academics” (eitt slag av sjálvsmennandi ítriv) sum t.d. MUN (eitt álvarsamt rolluspæl um United Nations), Outdoor Leadership Program, har farið verður nógvar túrar í tí flottu norsku náttúruni ella Dance and Idendity. Av tí at skúlin er knýttur at Reyða Krossi og hevur felags virði við UWC-rørsluna, verður stórur dentur eisini lagdur á góðgerandi arbeiði í samstarvi við Reyða Kross, Amnesty ella SOS barnabýirnar. Av teimum 200 næmingunum á skúlanum úr umleið 95 londunum, eru altíð tveir føroyskir næmingar. Hvørt ár verður ein næmingur, eftir umsókn og við støði í upptøkusamrøðu, bjóðaður eitt útbúgvingarpláss á skúlanum. Fyri at søkja um upptøku á UWCRCN skal umsøkjarin ganga 1. árið í einari gymnasialari miðnámútbúgving í Føroyum. Skúlagjaldið, ið fevnir um uppihald og innivist, verður rindað av Studna.
17 ára gamla Karita Zachariassen úr Hoyvík byrjaði sum 1. árs næmingur á UWCRCN í august 2016. Hon er væl nøgd við sínar lærugreinir og heldur, at skúlagongdin er sera lærurík, hóast intens. Eftir skúlatíð stuðlar hon millum annað fátøkum børnum gjøgnum SOS barnabýirnar, gongur til yoga, er í einum sokallaðum Trading-Club og er í ferð við at gerast Outdoor Leader. Hetta hevur við sær fleiri hyttu- og telttúrar í náttúruni, har hon hevur møguleika at standa á skið, rógva í kajakk og ganga í fjøllunum. Stórur partur av hennara degi fer til skúlatingini, og restin av degnum fer til ítriv og vinfólk. UWCRCN er avbjóðandi á øllum økjum og er sera mennandi, heldur Karita. Hon er ógvuliga glað fyri sítt val og heldur, at útbúgvingin á UWCRCN er ein heilt serligur møguleiki - tað eru ikki nógv, sum sleppa at uppliva so nógvar mentanir í eini lítlari boblu.
20 ára gamli Magnus við Streym úr Norðskála er 2. árs næmingur á UWCRCN. Hann trívist sera væl, hóast hann heldur skúlagongdina vera væl meiri torføra enn á miðnámi í Føroyum. Hóast skúlin er krevjandi, so hevur Magnus fingið nógvar góðar møguleikar við at verða næmingur á UWCRCN. Millum annað hevur hann fingið møguleikan at fáa eitt scholarship í Kina, har hann sleppur at lesa kinesiskt í eitt ár. Í gerandisdegnum dámar Magnusi væl at svimja, skriva stuttligar greinir til vikuliga menu’ina og at sosialisera seg. UWCRCN gevur næmingunum á skúlanum møguleikar at gera tað, ið teimum dáma og hava áhuga fyri, heldur Magnus.
Les tíðindaskriv um United World College