Sóknast verður eftir einum eldri 4 ella 5 mannafari úr viði at keypa bíliga til ein altjóða skúla í Noregi.
Umleið 100 km norðan fyri Bergen liggur í bygdini Flekk ein altjóða skúli, United World College. Á skúlanum ganga 200 næmingar úr uml. 75 ymiskum londum, og teir taka eftir tveimum árum eitt altjóða studentsprógv, kallað IB (International Baccalaureate). Á skúlanum ganga altíð tveir føroyskir næmingar.
Skúlin er eitt slag av norðurlendskum sýnisglugga mótvegis teimum næmingum, sum hava eina aðra mentan. Næmingarnir skulu umframt at lúka tey greiðu og eisini fakliga krevjandi krøvini, sum útbúgvingin í skúlanum setur, eisini læra um norðurlendska mentan. Í víkingatíðini var havið sambindingarvegurin, og báturin var flutningstólið burturav.
Meiri er at lesa um skúlan á: http://uwcrcn.no/
United World College er í ferð við at fáa til vega eitt lítið savn av ymiskum norðurlendskum bátum, sum næmingarnir kunnu brúka bæði í undirvísingar- og í frítíðarhøpi. Skúlin vil sera fegin eiga ein føroyskan bát, so hann við støði í bátinum kann greiða frá, hvussu sniðið í tí gamla víkingabátaslagnum er varðveitt í føroyska bátinum.
United World College í Fjaler fyllir í 2015 20 ár, og ætlanin er at lata skúlanum bátin í hesum sambandi.
Um onkur hevur hug at lata skúlanum ein bát bíliga, kanska ókeypis, hevði skúlin verið sera glaður. Skelti við navni gevarans og upplýsingum um bátin verður sett á bátin.
Tórshavn, 22. september 2014
Føroyska nevndin fyri United World College
v/ Hjalti í Jákupstovu
Teldupostur: hjalti@hav.fo
Tel: 21 50 92