Í 2017 hækkar játtanin til Søvn Landsins við 1,5 mió. krónum
Søvn Landsins hava leingi trongt til eina uppraðfesting, og landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur nú valt at gera nakað við málið. Á fíggjarlógini fyri 2017 er játtanin til stovnin tí hækkað við 1,5 mió. krónum umframt lønarframskrivingar.
Søvn Landsins taka sær av øllum tí føroyska mentanararvinum. Stovnurin hevur til uppgávu at varðveita og kunna um fornminni, náttúru, handrit og bøkur. Uppgávan er stór, og síðan samanleggingina í 2011 hevur tørvur verið á øktari játtan.
Søvn Landsins hava stóran týdning fyri skúlaskap, gransking og samfelagsligu menningina sum heild. Umframt vanliga varðveitingararbeiði, útlán og framsýningar, hevur stovnurin eisini skipað fyri størri fólksligum átøkum, sum t.d. heystfagnaði og talgildum blaðsavni. Harumframt umsita Søvn Landsins stuðulin til bygdasøvn, listasøvn, bókasøvn, mentanarsøgulig skip og sjósavn.
Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, fegnast um, at tað eydnaðist at hækka játtanina.
- Játtan, hølir og lógarverk. Alt hevur verið afturúrsilgt í mong ár, so nú royna vit at bøta um fíggjarliga partin í hesum umfari, sigur landsstýriskvinnan, sum vónar, at uppraðfestingin fer at muna í stovninum, fólki og samfelagi at frama.