Páll Isholm, deildarstjóri á Føroya Handilsskúla á Kambsdali seinastu 10 árini og virkandi stjóri á Føroya Handilsskúla síðan 1. mai 2011 tekur við sum fyrisitingarstjóri á Fróðskaparsetri Føroya 1. februar 2012. Í hesum sambandi søkja Mentamálaráðið og Føroya Handilsskúli nú eftir nýggjum stjóra til Føroya Handilsskúla, og síðan verður søkt eftir deildarstjóra á Kambsdali. Ætlanin er, at nýggja leiðslan tekur við 1. apríl 2012.
Mentamálaráðið og Stýrið fyri Føroya Handilsskúla hava sett Ainu Knudsen sum virkandi stjóra fyri Føroya Handilsskúla og Katrin Zachariassen sum virkandi deildarstjóra á Føroya Handilsskúla á Kambsdali.
Aina og Katrin hava báðar drúgvar royndir á Handilsskúlanum og virka til dagligt sum undirvísingarleiðarar á skúlanum.
Sí lýsing eftir stjóra á Føroya Handilsskúla á heimasíðu Mentamálaráðsins undir "Leys størv"