Fyri fyrstu ferð nakrantíð er peningur játtaður til ph.d.-verkætlan innan sosialpolitikk í Føroyum. Í tí sambandi verður nú søkt eftir umsóknum til ph.d.lestur, har høvuðsfokus serliga skal vera á at granska árinini av teimum arbeiðsfremjandi tiltøkunum her á landi.
Verkætlanin er úrslit av einum samstarvi millum Almannaverkið, Fróðskaparsetrið og Roskilde Universitet.
Landsstýriskvinnurnar Eyðgunn Samuelsen og Rigmor Dam gleðast um, at hetta samstarvið er fingið í lag.
-Hetta er ein spennandi og ikki minst týðandi verkætlan, sum føroyska samfelagið kann fáa stóran ágóða av. Vónandi er hetta byrjanin til at fáa økt um granskingina innan sosiala økið í Føroyum, og ikki minst áhugan fyri tí, siga tær báðar landsstýriskvinnurnar í felags fráboðan.
Freistin at søkja um at skriva Ph.d.-verkætlan um sosialpolitikk í Føroyum er 5. januar 2018.
Stutt um ph.d.-verkætlanina
Í Føroyum eru vit sera virkin á arbeiðsmarknaðinum, og fá fólk eru arbeiðsleys. Kortini síggja vit, at talið av fólkum, sum enda uttan fyri arbeiðsmarknaðin, veksur. Tað sama gera útreiðslurnar til tiltøk, ið skulu hjálpa fólki út aftur á arbeiðsmarknaðin.
Higartil hava vit ikki havt miðvísa gransking innan sosialpolitikk, eitt nú um tiltøkini muna ella skapa ætlaðu batarnar. Verkætlanin skal serliga snúgva seg um, hvussu sosialpolitisk átøk og nýskipanir økja um vælferðina hjá tí einstaka, ið stendur uttanfyri arbeiðsmarknaðin.
Til ber at lesa nærri um ph.d.-lesturin her: https://ruc.dk/phdstipendier