14.04.2019 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Søguligur talvkunnleiki, talvfeløg, altjóða luttøka og ein stórmeistari!

Søguligur talvkunnleiki, talvfeløg, altjóða luttøka og ein stórmeistari!

Setanarrøða hjá Honnu Jensen, landsstýriskvinnu, til FM í talvi fyri einstaklingar, 13.04.2019 í Finsen, Tórshavn

Tað er mær ein heiður at fáa høvi at heilsa upp á tykkum telvarar, nú FM-kappingin 2019 fyri einstaklingar byrjar. Takk fyri innbjóðingina!

Áhugin fyri talvi hevur frá gamlari tíð verið stórur her á landi. Somuleiðis var virðingin fyri talvkunnleika høg. Vit vita, at umframt vanliga talvið, sum hevur verið telvað um allan heimin í øldir, hava vit her á landi leikað fýrtalv væl longri enn gjørt varð í restini av Evropu, varðveitt longri her orsakað av okkara fjarstøðu eins og føroyski dansurin, bandadansurin á meginlandinum, varð tað.

Harumframt hava vit eisini frásagnir um serliga Snopprikka-talvið, sum hevur verið telvað í Føroyum væl inn í 20. øld.

Talv verður eisini nýtt sum myndamál í stórum fløktum málum – ikki minst í politiska heiminum, so sum: “Hann hevur telvað seg til ein góðan sess” og “Tað er mangur leikur í longum talvi”. Harafturat umrøða mestsum øll talv, tá tey læra og endurtaka Flóvin Bænadiktsson, sum sambært vísuni sat í búnum talvi, tá hann fekk boðini um, at Marita, sum hann hevði hug á, varð loyst frá Harra Hermanni, sum hann enntá hevði boðið sær at taka av døgum, um hon skuldi ynskt tað. Søguna um tær ymisku stratigeiir Flóvins, um Maritu og hennara val kenna vit. Í dag eru tað tykkara val, tykkara leikætlanir, sum eru á breddanum – sera spennandi dagar fyri framman!

Fyrsti føroyski stórmeistarin

Talv her á landi hevur líkasum fingið eina dimensión aftrat, nú vit hava fingið okkara fyrsta stórmeistara. Hetta sama hendi, tá danir fingu sín Bent Larsen, íslendingar sín Fríðrik Olafsson og sviar sín Ulf Andersson. Føroya Løgting hevur  í sambandi við hesa stórhending hækkað fíggjarliga stuðulin til føroyska telving munandi. Fólkaskúlarnir hava fingið høvi at skipa talvfrálæru kring landið og prentað er serføroyskt talvundirvísingartilfar, sum stórmeistari okkara hegnisliga hevur latið úr hondum, settur er talvráðgevi, Helga Dam Ziska, í hálvtíðarstarv á Námi, umframt árligan hækkaðan fíggjarligan stuðul til Talvsamband Føroya.

Nógvir skúlar hava tikið av hesum tilboði at seta ein talvtíma við yvirskipaðari leiðbeining frá sjálvum stórmeistara okkara inn ístaðin fyri ein støddfrøðitíma um vikuna. Umframt talvligu ágóðarnar av hesum hevur hetta víst seg at hava góða ávirkan á arbeiðslag og lærutilgongdir næminganna í skúlanum, verður sagt. Vit vóna, at hesi átøk fara at gagna føroyskari telving í framtíðini.

Nýggja tøknin økt áhugan

Við nýggju tøknini er talv brádliga vorðið ein av teim mest dragandi og áskoðaravinaligu kappingunum, sum eru í dag, har sjálvt tann, sum dugir lítið meir enn mannagongdina ella kanska minni enn tað, verður hugfangaður og situr rúnarbundin frammanfyri skíggjanum. Nú kappingin var millum Magnus Carlsen og Fabiano Caruana vakti hetta óvanliga stóran áhuga kring allan knøttin við metstórum síggjaratølum. Hesin ótrúligi leikur millum 2 persónar verður so hugtakandi lýstur á neti og sjónvarpi, bæði fakliga og á annan hátt, har alt møguligt annað, viðkomandi og minni viðkomandi, verður drigið uppí av dugnaligum journalistum og serfrøðingum, at tú fært teg ikki til at sløkkja. Tøknin hevur givið talvinum rættiligt flog.  Tað eru sanniliga nýggjar tíðir fyri talvlistini.

Fyrstu her á landi við javnbjóðis / sjálvstøðugum altjóða limaskapi

Næsta ár rundar Talvsamband Føroya hálvu øldina, hesin felagsskapur, sum frá fyrsta degi hevur verið við til at ført føroyska telving heilt fram á høgt altjóða stig. Í hesum døgum verður nógv tosað um, at ÍSF, sum í hesum døgum hevur hátíðarhildið 80 ára jubileum, eina ferð enn arbeiðir við at fáa føroyskum ítróttafólki full rættindi at luttaka á olympiadum, tvs. fáa sjálvstøðugan limaskap í ítróttaolympisku samgonguni, men enn er hetta ikki komið í rættlag.

Talvsamband Føroya hevur sum kunnugt ongantíð verið limur í ÍSF, men heilt frá byrjan verið limur í FIDE, altjóða talvfelagsskapinum. Altjóða viðurkenning og limaskap á jøvnum føti við allar aðrar tjóðir fekk Talvsamband Føroya, umenn við drúgvum og truplum samráðingum, longu í 1970, sjálvstøðugan limaskap og soleiðis rætt at luttaka á talvolymiadunum og øllum altjóða talvkappingum. Og longu sama ár luttóku Føroyar á talv-OL í Siegen, Týsklandi, á fyrsta sinni. Soleiðis skrivaði Talvsamband Føroya søgu við at verða tann fyrsta ‘ítróttagrein’ her á landi, sum vann altjóða viðurkenning og fekk rættindi at luttaka í olympiskum og øllum øðrum talvkappingum javnbjóðis øðrum tjóðum. Eftir hetta komu handbóltur og síðani fótbóltur við partvísum limaskapi, tó uttan loyvi til OL-luttøku.

Við til søguna hoyrir, at tað var ikki uttan svørðslag at fáa TSF hesa viðurkenning. Drúgvar samráðingar fóru fram, fyrst við hini talvsambondini í Norðurlondum, og haðani saman við teimum víðari til tær stóru europæisku talvtjóðirnar. Á odda í hesum arbeiði stóð fyrsti forsetin í Talvsambandi Føroya, Jákup Thomsen, sáli (formaður Havnar Telvingarfelags í mong ár). Hann setti seg enntá beinleiðis í samband við svenska Folke Rogard, forsetan í FIDE frá 1949, við brøvum og telefonsamrøðum, og tá forsetaskiftið var í 1970 tingaðist hann víðari við nýggja forsetan, sjálvan Max Euwe, um limaskap okkara. Hetta var hildið beinleiðis at vera avgerandi fyri góða úrslitið.

Euwe var jú ikki hvør sum helst í alheims telving. Hann varð nevnliga valdur til forseta í Talvsamgonguni FIDE hetta sama árið, sum vit gjørdust fullgildir limir, hann var FIDE-forseti frá 1970 til 1978 og haraftrat varð hann sum kunnugt fyrrverandi heimsmeistari í talvi í 2 ár, tá hann í 1935 púra óvæntað vann á talvhetjuni Aljechin.

Lasker heimsmeistari í 27 ár

Ein av kendastu og bestu telvarum, heimurin hevur fostrað, er Emanuel Lasker, sum var heimsmeistari í samfull 27 ár. Hann sigst í talvsøguni vera tann telvarin, sum hevur tapt fæst talv yvirhøvur. Tá hann sum stórur smádrongur, hóast stórt fátækradømi, flutti úr lítlu heimbygd síni í Týsklandi til Berlin at ganga í skúla, plagdu eldri beiggi hansara og hann at telva - fyri at stytta sær stundir. Tað sást skjótt, at lítlibeiggin hevði serligar gávur á økinum. Fyri at fáa til lívsins uppihald fór hesin lítli tí út á gøtuna og í barrir í býnum at bjóða av í talvi fyri ávíst gjald. Fyri at fáa telvarar at bjóða sær av, hevði hann eitt tilboð: tapti hann talvið, rindaði hann mótstøðumanninum ferfalt fyri talvið. Á hendan hátt vann ungi Lasker soleiðis mat á borðið við sínum listarliga ítrivi.

Hann var einaferð sum eldri spurdur, hvussu tað bar til, at hann tapti so sjáldan. Hann svaraði heilt stutt, at tá eitt tap kostar tær matin í munnin í dagavís, so letur tú heilt einfalt vera við at tapa. Og er hetta ein ómetaliga rørandi søga um talent og um at nýta talentina, um at seta sær mál og í orðsins rætta týdningi “stríðast sum fyri lívinum”.

Í øllum ítrótti sigst lykilin til góð úrslit vera góður verjuteknikkur. Soleiðis er eyðvitað eisini í talvi. Sjáldsama verjuspælið hjá Lasker hevur verið nógv umrøtt gjøgnum tíðirnar. Tarrasch, sum ongantíð bleiv heimsmeistari, men harður kappingarneyti hjá heimsmeistaranum, helt lítið um verjuspælið hjá Lasker, hann segði, at Lasker var bara heppin í sínari telving, meðan Richard Reti, talvanalytikari, segði, at hann (L) spældi psykologiskt. Í Hannaks ævisøgu verður sagt, at Lasker gjørdi ikki teir vísindaliga sæð bestu leikirnar, men valdi ístaðin tað fyri mótstøðumannin mest keðiliga og órógvandi framhaldið. Hetta kunnu vit eisini nýta sum leikætlan í øðrum leikum enn talvi - Kanska vert at hugsa um, nú til valið?

Fyrstu einstaklingaføroyameistararnir

Fyrsta FM fyri einstaklingar fór fram her í høvuðsstaðnum í 1937. Lýsing var í føroysku bløðunum um hesa søguligu kapping: ’Innbjóðan til ein og hvønn føroying at taka lut’, stóð skrivað. Vinnari av hesi kapping og sostatt fyrsti føroyameistarin í talvi fyri einstaklingar varð Palli Henriksen. Tíðarskeiðið til Talvsamband Føroya varð stovnað, skiftust J.P. Henriksen, Olav Andreasen og Tórarin Evensen, allir úr Havnar Telvingarfelag, at hava hetta heitið.

HT gingið undan

Havnar telvingarfelag, sum fyrireikar FM-kappingina í ár, var felagið, sum fyri knøppum 100 árum síðani skipaði telving í høvuðsstaðnum í felagsskap og gekk soleiðis undan á hesum øki á so mangan hátt. Td. góvu teir út fyrstu føroysku talvbókina við heitinum ’Talvbókin’ fyri 95 árum síðani.

Hiðani skal ljóða ein tøkk til Havnar Telvingarfelag, sum aftur í ár fyriskipar FM-kappingina. Somuleiðis ein hjartans tøkk til øll talvfeløgini kring landið, sum hvør í sínum lagi gera eitt stórt arbeiði til tess at varðveita og menna aldargamla føroyska ítrivið og tignarligu leiklistina, telvingina.

Góðynski 

Tað grør av sonnum um gangandi fót í føroyskari telving! Umstøðurnar eru munandi broyttar og bøttar hesi síðstu fáu árini. Ynski mítt skal tí vera, at tit halda fast í væl kjølfesta arbeiðnum framhaldandi at menna telving í Føroyum, nú Talvsamband Føroya gongur á hálvaldarmótinum í 2020.

Kæru telvarar! Takk fyri gott fyridømi á mongum økjum og blíðan byr í framtíðini!

Fari at enda við vøkru heilsanini og fyrimyndarligu eyðkennisorðunum hjá altjóða talvfelagsskapinum FIDE:

Gens una sumus! Vit eru ein familja!

Góða kapping, øll somul!

 Mynd: Sveinur Thomassen