Beint eftir ólavsøku verður høvi hjá øllum føroyingum at síggja – ella síggja aftur – tríggjar søguligar filmar, sum vórðu gjørdir í Føroyum í sjeytiárinum. Filmarnir eru teir fyrstu nakrantíð gjørdir á føroyskum máli við bara føroyskum leikarum. Filmarnir gingu fyri fullum húsum tá, men í út við 40 ár hevur eingin sæð filmarnar. Hildið var, at filmarnir vóru burturblivnir ella oyðilagdir. Tí var tað at kalla ein stórhending, tá Mentamálaráðið fekk avtalu í lag við filmsframleiðaran, sum hevur umvælt filmarnar, so teir kunnu vísast aftur fyri føroyingum eftir so mong ár.
Tað var filmsframleiðarin, spaniumaðurin Miguel M. Hidalgo, sum saman við konu síni Joanu Benet setti filmsgerð á breddan í Føroyum í sjeytiárunum. Hjúnini búðu seks ár í Føroyum frá 1972 til 1978, og tað var í hesum tíðarskeiði, at tey gjørdu eina røð av spælifilmum her við føroyskum leikarum.
Fyrsti filmurin, Rannvá
Fyrsti filmurin Rannvá var ein filmatisering av skaldsøguni við sama heiti eftir Dagmar Joensen-Næs. Filmurin varð frumsýndur í auluni í Kommunuskúlanum á ólavsøku í 1975 og sýndur har 18 ferðir. Sostatt eru runnin júst 40 ár, síðan filmurin Rannvá var at síggja fyrstu ferð á lørifti.
Søgan í filminum er sera syrgilig. Tað sigst, at tey vóru mong, sum høvdu ilt við at krógva vátu, reyðu eyguni, tá tey komu út eftir filmssýningina. Elin K. Mouritsen, ið longu var kend sum sjónleikari tá, spældi sterka høvuðsleiklutin sum Rannvá, og hon fekk rættiligan stjørnustatus í Føroyum eftir hendan filmin. Filmurin Rannvá verður nú aftur at síggja í fullari longd fríggjakvøldið 31. juli.
Filmarnir Heystblómur og Páll Fangi
Hinir báðir seinnu filmarnir, Heystblómur og Páll Fangi, vóru gjørdir í ávikavist 1976 og í 1977. Heystblómur var ein samtíðarsøga um ein prest, ið forelskar seg í eini 15 ára gamlari gentu – eitt heldur viðkvæmt evni, sum argaði nógv fólk tá. Páll Fangi var ein filmatisering av gomlu føroysku søgnini um uppreistrarmannin Páll Fanga, ið gjørdi akkurát, sum honum lysti og mátti bøta fyri tað. Eisini hesin filmur mundi traðka um mørk hjá fólki, ið ikki vóru von við at síggja slíkar ósmædnar pallmyndir eins og tær, ið vóru at síggja í Páll Fanga – og als ikki á føroyskum! Filmarnir Heystblómur og Páll Fangi verða báðir at síggja hóskvøldið 30. juli.
Elin B. Heinesen miðlaði sambandið
Tað var Elin Brimheim Heinesen, sum í 2009 fekk samband við Miguel M. Hidalgo. Hon hevði, sum mong onnur, gjøgnum fleiri ár roynt at funnið Hidalgo fyri at vita, um filmarnir enn vóru til, og um møguligt var at síggja teir aftur. Sjálvur hevði Hidalgo ikki hugt at filmunum síðan sjeytiárini, og hann var bilsin um áhugan fyri filmunum. Eftir nakað av samskifti fann hann tó filmarnar fram úr goymslunum og staðfesti, at teir tíverri ikki vóru í góðum standi. Serliga var ljóðsíðan illa farin. Hann fór so í holt við at royna at umvæla filmarnar. Tað vísti seg til alla lukku at bera til so nøkulunda, hóast ljóðgóðskan ongantíð verður ordiliga góð.
Elin Brimheim Heinesen miðlaði samband millum Mentamálaráðið og Hidalgo, og seinni fór hon til Barcelona at vitja hjúnini fyri at hjálpa til at fáa avtalu um at fáa filmarnar heim til Føroya. Í fjør fekk Mentamálaráðið endiliga eina avtalu í lag við Miguel M. Hidalgo um, at hann letur Mentamálaráðnum filmarnar, so teir kunnu verða varðveittir fyri eftirtíðina her í landinum sum søguligur mentanararvur hjá føroyingum.
Sponsku hjúnini koma til endurfrumsýningarnar
Ikki bert filmarnir koma aftur til Føroya, men eisini Miguel M. Hidalgo sjálvur og Joana Benet koma á vitjan. Hetta er fyrstu ferð tey vitja aftur, síðani tey fóru úr Føroyum fyri 40 árum síðani. Tey eru sera spent at síggja landið aftur og at hitta vinir og kenningar. Mentamálaráðið hevur sett seg í samband við fleiri av teimum, sum vóru við í filmunum, og tey eru ikki minni spent at hitta sponsku hjúnini og at síggja filmarnar aftur.
Amatørfilmar við mentanarsøguligum týdningi
Hidalgo leggur sjálvur dent á, at filmar hansara vóru amatørfilmar, og at teir skulu síggjast sum tað. Filmarnir vóru gjørdir sum frítíðarítriv, amboðini vóru ikki professionell, og filmsbusjettini sera smá. Mentamálaráðið metir kortini, at filmarnir hava mentanarsøguligan áhuga. Hetta vóru fyrstu spælifilmarnir við føroyskum leikarum, har einans føroyskar røddir vóru at hoyra, og teir eru tískil ein týdningarmikil partur av føroysku filmssøguni.
Filmarnir bera eisini vitnisburð um søguligar persónar og eitt tíðarskeið, sum ikki hevur verið nógv at sæð á livandi myndum. Nógv fólk – bæði tey, sum høvdu nakað beinleiðis við filmarnar at gera tá, umframt onnur, sum hava annan áhuga í filmunum – hava haraftrat sóknast eftir filmunum øll hesi árini. Mentamálaráðið hevur tí ynskt at fingið filmarnar aftur til landið og fegnast um, at hetta nú endiliga hevur kunnað latið seg gjørt.
Nær verða filmarnir sýndir?
Filmarnir Heystblómur, Páll Fangi og Rannvá verða allir vístir í Norðurlandahúsinum beint eftir ólavsøku 30. og 31. juli. 40-ára hátíðarhald verður hildið seinna kvøldið, har høvi verður at hoyra Miguel M. Hidalgo greiða frá filmunum, røður verða hildnar, eins og prát verður við summar av leikarunum frá filmunum. Elin Brimheim Heinesen og Suni Merkistein verða vertir á hesum hátíðarhaldi.
Skráin sæst á www.nlh.fo, har atgongumerki eisini eru til keyps.
Mynd: Miguel M. Hidalgo