Smálutir hugvekja - Røða hjá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, ið varð hildin í Mentamálaráðnum í dag í sambandi við fernisering
Vælkomin til framsýningina “Smálutir hugvekja”, sum tær tríggjar Hildur Hermansen, Vera Bjørgvin og dirvi (Súsanna Martinsdóttir) skipa fyri.
Hetta er fyrstu ferð, eg lati upp eina framsýning í Mentamálaráðnum, og tað er sjálvandi forkunnugt, og eg eri glaður fyri at síggja, at so nógv fólk eru møtt. Eg skilji á starvsfólkunum, at framsýningarnar í Mentamálaráðnum eru til stóra gleði og eru við til at skapa trivna.
Mentamálaráðið hýsir vanliga eini trimum framsýningum um árið, og nógvar ymiskar framsýningar hava verið gjøgnum árini innan ymiskar listagreinir, og tað eru bæði leik og lærd, ið kunnu sýna fram. Felags fyri øll mann vera gleðin við og evnini til at skapa! Og Mentamálaráðið er fegið um at kunna leggja karmar til.
Skiftandi framsýningar geva íblástur og variatión. –So hjartaliga vælkomnar tit tríggjar, sum nú eiga tørn at sýna fram – til gleði fyri starvsfólkini, men ikki minni fyri øll tey vitjandi her í ráðnum. Nógv fólk koma á gátt til fundar, leiðbeining, ráðgeving og mangt annað.
Um framsýningina havi eg hug at siga, at hon er sera fín, fjølbroytt og fjálg.
“Dirvi” sýnir fram heit pløgg í smáum, fínum mynstrum.
Hildur Hermansen hevur sett fram koppar, kannur og aðra keramikk, og smálutir hómast í glæringini.
Vera Bjørgvin hevur málað málningar í akryl, har m.a. fuglar og fiskar ganga aftur. Hon endurgevur smáu rørslurnar, sum fylla himmal og hav, sum vit eru mitt í.
Tær tríggjar, sum sýna fram, siga, at tað serliga eru smálutirnir í náttúruni, sum geva teimum íblástur, harav eisini heitið á framsýningini – “Smálutir hugvekja”. Og tað vil eg eisini siga, at tað er sera hugvekjandi at síggja hesa framsýning.
Samansetingin av so ymiskum lutum riggar ómetaliga væl og gevur eina góða kenslu.
So takk fyri tit tríggjar og hjartaliga til lukku við framsýningini!
Á myndini hevur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, júst handað Veru, Hildur og Súsonnu blómutyssi