Skúlin á Argjahamri alment tikin í nýtslu - Røða hjá Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu, leygardagin 10. september 2011
Háttvirda samkoma. Eg fari at ynskja tykkum øllum, ið varða av Argja skúla, Tórshavnar Býráð, næmingum, lærarum, leiðslu og foreldrum, hjartaliga til lukku við nýggja skúlanum á Argjahamri.
Eitt ódnartak – sum vit øll fegnast um.
Eitt av klókastu orðatøkum okkara sigur “Ungur nemur – gamal fremur”.
Í so fáum orðum ber til at siga alla søguna um tann ovurhonds stóra týdning sum fólkaskúlin og barnaskúlin hevur fyri einstaklingin og fyri samfelagið alt. Tí eri eg eisini so ómetaliga fegin um, at enn fleiri børn í Tórshavnar Kommunu nú fáa høvi - á ungum árum - at nema undir allarbestu umstøðum.
Nógv kundi verið at lagt afturat um samanspælið millum arkitektur, námsfrøði, frálærufrøði og list. Um skúlan í skúlanum og um tvørgreinaliga undirvísing og felags undirvísing, um arbeiðsumstøðum hjá øllum, sum koma at starvast her osfr. Umframt einum lærandi umhvørvi eru eisini karmar skaptir fyri menning av sosialum førleikum og førleikunum at duga at samstarva og samskifta við onnur – og at nýskapa.
Eg haldi meg við vissu kunna samanfata alt í niðurstøðuni – at her á skúlanum á Argjahamri gongur alt upp í eina hægri væl umhugsaða eind.
Fólkaskúlin er grundarlagið
Tað er í fólkaskúlanum, at grundarlagið verður lagt fyri víðari læring, og tí er tað so umráðandi, at skúli og heim í felag eggja næmingunum til at fáa sum mest burtur úr skúlagongdini, og at skúlin verður eitt gott stað at vera.
Eg fari at heita á tykkum foreldur, um at taka lógvatak um skúlans arbeiði, tí í felag kunnu vit taka stór stig og skapa børnum og ungdómi okkara eitt haldgott grundarlag at byggja víðari á í lívinum í útbúgving og arbeiði.
Vit í Mentamálaráðnum gera alt vit eru ment, at skapa karmarnar fyri einum hollum og dagførdum innihaldi í skúlanum.
Í hesum skúlaári hava vit sett nýggjar námsætlanir í verk í øllum fólkaskúlanum. Tað er eisini eitt ódnartak – og ikki minst ein avbjóðing fyri allar lærarar, næmingar og øll foreldur.
Eg fari at takka Tórshavnar Kommuna fyri ta stóru íløgu og teir góðu undirvísingarligu karmar, sum eru skaptir her á Argjahamri.
Tað er mín vón, at karmarnir verða fullnýttir. Og at fólkið fer at nýta skúlan eftir skúlatíð til ymisk endamál innan frítíðarvirksemi, mentanarlig tiltøk og sosiala samveru.
Takk fyri, at eg og umboð fyri Mentamálaráðið vórðu boðin við til hátíðarhaldið.
Hjartaliga til lukku og Guds signing í skúlans arbeiði!
Handa gávu - ein vitanarvarða av tøvdum steinum, sum Súsan í Jákupsstovu hevur gjørt.