Nú skúlarnir stigvíst lata upp aftur, er eisini eitt tilboð til teir næmingar, sum hava serligan tørv. Næmingar, sum eru knýttir at einum serskúlatilboði, kunnu fáa í boði at møta í skúla undir tillagaðum umstøðum óansæð aldur.
Talan er serliga um teir næmingar, sum hava tørv á persónligum sambandi, og har fjar- ella heimaundirvísing er trupul. Tað verður gjørd ein meting í hvørjum einstøkum føri, hvat er skilabest at gera. Har tað ber til og verður mett skilagott, heldur fjar- ella heimaundirvísingin fram.
Skúlaleiðslan ráðleggur í samstarvi við avvarðandi starvsfólk skúlagongdina fyri einstaka sertilboðið, og atlit verða tikin til tilmælini frá heilsumyndugleikunum.
Sertilboð, serflokkar og serskúli, sum talan er um, eru í Skúlanum á Trøðni, Lopfjølini, sertilboðið í Skúlanum á Fløtum, serflokkarnir í Runavíkar kommunuskúla, á Skúlatrøð, í Suðuroynni, í Vágum, í Skúlanum við Streymin, í Hoyvíkar skúla og eisini onnur sertilboð, sum eru skipað fyribils.