24.04.2014 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Skúlastjóri settur í ávikavist Sandoyar meginskúla og í Sørvágs skúla
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum hevur sett Hansu M. Glerfoss í starvið sum skúlastjóra í Sandoyar Meginskúla og Jóhannis Joensen sum skúlastjóra í Sørvágs skúla.
Hansa er 39 ár, hevur læraraprógv og starvast í løtuni sum lærari í Skúlanum á Ziskatrøð. Hon hevur leiðsluroyndir frá privatum virki og royndir frá arbeiði í ungdómshúsi.
Jóhannis er 43 ár, hevur læraraprógv og hevur seinastu fimm árini starvast sum lærari í Sørvágs skúla. Jóhannis er eisini útlærdur bankamaður og er í holt við at taka eina akademiútbúgving /ÅU í leiðslu í Føroya Handilsskúla.