06.11.2013 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

SKÚLASTJÓRI Í VESTMANNA SKÚLA

Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur sett Ólav Thomsen í starvið sum skúlastjóri í Vestmanna skúla. Ólavur tók læraraprógv á Ribe statsseminarium á sumri 2005 og hevur síðani starvast sum lærari í Felagsskúlanum á Oyrarbakka til hann 1. august í ár varð settur sum varaskúlastjóri í Vestmanna skúla.

Ólavur hevur tikið eykaprógv í Føroyskum, svimjilæraraprógv og er í holt við at taka akademiútbúgving í leiðslu. Harumframt hevur hann tikið ymisk styttri skeið innan m. a. Cooperative learning, íverksetan, toymisarbeiði, eftirmeting og skeið við atliti at rørslu og náttúruuppliving.