Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur í dag sett Vivie Kirke Davidsen í starvið sum skúlastjóri í Heilsuskúla Føroya frá 1. juni 2020 at rokna.
Vivie Kirke Davidsen er 43 ára gomul, hon hevur eina cand.scient í Human Nutrition frá Universitetinum í Keypmannahavn og eisini eina bachelor í lívfrøði frá Fróðskaparsetur Føroya. Afturat hesum hevur hon lokið diplomútbúgving í leiðslu frá Glasi.
Hon hevur hollar fyrisitingarligar royndir og gott innlit í lógarverk og mannagongdir. Millum annað hevur hon starvast í sjey ár innan umhvørvisøkið hjá Tórshavnar kommunu og seinastu trý árini á Umhvørvisstovuni.