Fríggjadagin 17. mars skipaði Mentamálaráðið fyri fundi fyri allar skúlaleiðararnar í føroysku fólkaskúlunum.
Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, byrjaði fundin við røðu, har hon m.a. minti á, at í einari tíð, sum áhaldandi krevur effektivisering og rationalisering, mugu vit ansa eftir ikki at gloyma menniskjað og menniskjaliga sambandið.
“Tað tekur tíð at læra, og tað krevur fysiska samveru við onnur at dannast. Teldurnar og netið geva okkum nógvar, nýggjar møguleikar, men missa vit menniskjaliga sambandið – in real life, sum tey ungu siga – í tí endaliga og avmarkaða fysiska rúminum, so er stórur vandi fyri, at vit missa alt á gólvið,” segði landsstýriskvinnan m.a. í røðuni.
Nógv annað var eisini á skrá á fundinum. Kunnað var um royndarverkætlanir, tímajáttan, sjúkrafráveru, trivnaðararbeiði og seinastu Pisaúrslitini. Eisini varð kunnað um, at samfelagsfrøði verður kravd lærugrein í 7. - 9. flokki, talan er um eina royndarverkætlan, sum byrjar við 7. flokki í ár.
Súsanna Olsen, lektari og samskipari, greiddi frá námsfrøðiligu leiðsluútbúgvingini, sum byrjar í august í ár, Regin Marnersson, stjóri í Námi, greiddi frá skiftinum frá First Class til Office 365, sum verður sett í verk eftir summarfrítíðina, og Holger Arnbjerg greiddi frá um Nordplus møguleikar hjá føroyskum skúlum og lærarum.
Harumframt vóru innkomin mál frá skúlaleiðarum viðgjørd. 80 umboð fyri skúlaleiðslur vóru møtt á fundi.