Nú verður lagaligari hjá føroyingum at fara á listaskúlar og aðrar gjaldsskúlar í øðrum Norðurlondum enn Danmark. Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur nevniliga broytt ásetingina um stuðul til lesandi í Norðurlondum, so eitt nú føroyingar, sum sleppa inn á listaskúlan í Reykjavík, kunnu fáa skúlagjaldið goldið gjøgnum ÚSUN skipanina.
Higartil hava teir føroyingar, sum hava lisið uttanfyri Norðurlond, fingið stuðul til skúlagjaldið. Teir føroyingar, sum hava tikið SU-góðkendar útbúgvingar í Danmark, hava fingið kostnaðargjaldið úr donsku skipanini.
Men longu frá hesum skúlaárinum at rokna verður sama meginregla galdandi fyri tey, sum lesa í øðrum Norðurlondum enn Danmark, sum fyri tey, ið lesa í Danmark ella uttanfyri Norðurlond.
-Vit ynskja at fjøltátta gjaldsskúlaútboðið hjá føroyingum. Við hesi skipanini kunnu allir føroyingar fáa javnari stuðulstreytir, sama hvar teir lesa, sigur Rigmor Dam.
Landsstýriskvinnan fegnast um, at øll lesandi nú fáa møguleika at fáa skúlagjaldið við sær úr Føroyum. Treytin er, at útbúgvingin er góðkend, og at lestrarlandið eisini letur sínum egnu borgarum stuðul.
-Nú verða somu treytir galdandi fyri allar føroyingar, sum ganga á gjaldsskúlum, sama hvørjum landi, skúlin er í, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna.