Jenis av Rana, landsstýrismaður, setti Skúla FM í Spinnarínum í morgun.Skúla FM er ein kapping, sum Íverksetarahúsið skipar fyri í fólkaskúlanum. Skúla FM var fyri fyrstu ferð í 2010, og allir fólkaskúlar í Føroyum hava verið við.Í kappingini í ár vóru 7 skúlar við, og tað vóru 8, 9 og 10 fl., sum kappast um Gullfræðið.Tað var Skúlin á Skúlatrøð, sum vann. Bólkurin, sum vann, kallast Trekk og ger ymiskar matvørur úr tara. Jenis av Rana, landsstýrismaður, handaði virðislønina.