Mentamálaráðið hevur nú viðgjørt umsóknirnar, sum komu inn til eyka stuðulsumfarið til barna- og ungdómsarbeiði.
Lýst varð serliga eftir umsóknum til verkætlanir, sum kundu stimbra málmenningina hjá børnum, tí hetta er eitt øki, landsstýriskvinnan í Mentamálum, Rigmor Dam, raðfestir høgt.
Fjúrtan umsóknir komu inn - og sjey teirra fingu játtandi svar. Tilsamans vórðu 597.500 kr. býttar út í hesum umfarinum.
Hóast allar verkætlanirnar onkursvegna stimbra málmenningina hjá børnum, so fevna tær sera víða – alt frá eini uppslagsbók um málmenning hjá børnum ætlað foreldrum, til faldarar, sum lýsa týdningin, ið lesing hevur fyri málmenning barnanna, til smáar filmar á youtube, til verkætlanir, sum í størri mun venda sær til starvsfólk á dagstovnum ella børn í yngstu flokkunum.
Eisini vóru onkrar umsóknir játtaðar, sum snúgva seg um alternativar samskiftishættir – til dømis hjá børnum við breki.
Verkætlanirnar, sum fingu stuðul í hesum umfarinum, verða væntandi allar klárar til nýtslu í 2018.