19.01.2015 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Sjálvlesandi til próvtøku á sumri 2015

Sjálvlesandi til próvtøku á sumri 2015

Sjálvlesandi, sum á sumri 2015 ætla sær at fara til eina ella fleiri próvtøkur í 9. ella 10. flokki, ella til próvtøku í einari miðnámsútbúgving, skulu so tíðliga sum gjørligt venda sær til tann skúlan, har viðkomandi ynskja at fara til próvtøku, fyri at kunna seg um pensum- og próvtøkukrøv.

Innskrivingin til próvtøkuna fer fram umvegis www.innskriving.fo. Leiðbeining sæst á heimasíðuni.

Sjálvlesandi kunnu fara til próvtøku í 9. og 10. flokki í hesum fólkaskúlum: Eysturskúlanum, Miðvágs-Sandavágs Skúla, Skúlanum við Løkin, Skúlanum í Klaksvík og Tvøroyrar Skúla.

Innskrivingarfreistir:

9. ella 10. flokkur: 25. februar 2015
Miðnámsútbúgvingar (gomul skipan): 25. februar 2015
Miðnámsútbúgvingar (breytaskipan): 15. mars 2015