14.01.2013 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

SJÁLVLESANDI TIL PRÓVTØKU Á 9. ELLA 10. FLOKSSTIGI ELLA TIL PRÓVTØKU Í EINARI MIÐNÁMSÚTBÚGVING

Sjálvlesandi, sum á sumri 2013 ætlar sær til eina ella fleiri próvtøkur á 9. ella 10. floksstigi, ella til próvtøku í einari miðnámsútbúgving skal innskriva seg til próvtøku umvegis www.innskriving.fo .

Tað ber EINANS til at innskriva seg til próvtøku sum sjálvlesandi umvegis omanfyrinevnda heimasíðu.

Sjálvlesandi skal so tíðliga sum gjørligt venda sær til tann skúlan, har tann sjálvlesandi ynskir at fara til próvtøku fyri at kunna seg um pensum- og próvtøkukrøv.

Tað ber bert til at fara til próvtøku á 9. og 10. floksstigi í hesum fólkaskúlum: Eysturskúlanum, Miðvágs-Sandavágs Skúla, Runavíkar Skúla, Skúlanum á Ziskatrøð og Tvøroyrar Skúla.

Seinasta freist at innskriva seg til próvtøku er 25. februar 2013.