15.01.2014 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

SJÁLVLESANDI - PRÓVTØKA

SJÁLVLESANDI

PRÓVTØKA Í 9. ELLA 10. FLOKKI ELLA PRÓVTØKA Í EINARI MIÐNÁMSÚTBÚGVING

Sjálvlesandi, sum á sumri 2014 ætla sær at fara til eina ella fleiri próvtøkur í 9. ella 10. flokki, ella til próvtøku í einari miðnámsútbúgving, skulu innskriva seg til próvtøku umvegis www.innskriving.fo .

Tað ber BARA til at innskriva seg til próvtøku sum sjálvlesandi umvegis nevndu heimasíðu. Leiðbeining um, hvussu innskriving fer fram, sæst á heimasíðuni.

Sjálvlesandi skulu so tíðliga sum gjørligt venda sær til tann skúlan, har viðkomandi ynskja at fara til próvtøku, fyri at kunna seg um pensum- og próvtøkukrøv.

Tað ber bert til at fara til próvtøku í 9. og 10. flokki í hesum fólkaskúlum:
Eysturskúlanum, Skúlanum á Giljanesi, Skúlanum við Løkin, Skúlanum á Ziskatrøð og Tvøroyrar Skúla.

Seinasta freist at innskriva seg til próvtøku er 25. februar 2014.