Leygardagin 27. mai hátíðarhelt Sinnisbati 35 ára føðingardag, og Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, helt røðu á stóra tiltakinum í Perluni í Havn.
Í røðuni fegnaðist landsstýriskvinnan um, at vit í 35 ár hava havt eitt felag, sum hevur arbeitt fyri at bøta um korini hjá teimum við sálarligum avbjóðingum, og sum hevur virkað fyri tolsemi og betri fatan av menniskjum, sum hava sálarligar avbjóðingar. Felagið hevur við átøkum kunnað almenningin um, hvussu tað er at hava sinnisligar trupulleikar, og felagið hevur rópt varskó og syrgt fyri, at politikkarar, fakfólk og umsiting altíð mugu halda seg árvaknan, segði Rigmor Dam millum annað í røðuni.
Hon vísti eisini á, at hóast stórir batar eru hesi 35 árini síðan Sinnisbati var stovnaður, so eru eisini nýggjar avbjóðingar:
- Samstundis sum vit síggja framgongd á nógvum økjum, so er veruleikin tíverri eisini tann, at okkara ungu eru undir trýsti sum ongantíð fyrr. Vit krevja, at tey skulu fáa góð próvtøl, vit vilja hava, at tey taka eina útbúgving, og vit vænta, at tey gera alt hetta skjótt og effektivt. Og okkara ungu eru eisini dugnalig. Tey eru ábyrgdarfull, og tey eru ambitiøs. Men nær geva vit teimum tíð at hugsa og droyma, nær geva vit teimum møguleikar at festa røtur, og nær geva vit teimum rúmd til uppreistur? [....] Lívið er ikki so einfalt, at tú kanst terpa teg til tað. Lívið kann ikki mátast og vigast, tað má livast. Ein donsk kanning vísti fyri kortum, at talið á ungum millum 15 og 19 ár, sum stríðast við tunglyndi, er trífaldað síðan ár 2000. Vit hava ikki hagtøl, men tað er nógv, sum bendir á, at gongdin hevur verið tann sama hjá okkum. Tí fegnist eg um, at innkomni peningurin frá konsertini í kvøld fer til arbeiðið at seta á stovn eitt nýtt ráðgevingartilboð at fyribyrgja sálarheilsutrupulleikar hjá ungum. Aftur her vísir Sinnisbati, at tit eru frammanfyri – ella rættari, at tit eru mitt í samtíðarveruleikanum.
Øll røðan hjá landsstýriskvinnuni.
Myndin: Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, saman við Róu Midjord, forkvinnu í Sinnisbata, og Lauru Apol, aðalskrivara í felagnum.