Setrið raðfest á FLU 2023 – kampus og eyka flokkur av námsfrøðilesandi
Á uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2023 er Fróðskaparsetur Føroyar raðfest. Peningur verður eftir ætlan játtaður til at yvirtaka gamla Venjingarskúlan, og er hetta liður at skapa eitt kampus á Fróðskaparsetrinum. Somuleiðis verður peningur játtaður til at taka inn ein eyka flokk av námslesandi.
Eitt universitetskampus á Frælsinum
Á fíggjarlógaruppuppskotinum eru 30 mió. kr. játtaðar til menningarætlan at miðsavna virksemi hjá Fróðskaparsetur Føroyar og gera eitt universitetskampus á Frælsinum.
Sum liður í ætlanini yvirtekur landið ognarlutin hjá Tórshavnar kommunu í Venjingarskúlanum, móti at kommunan yvirtekur partar av ognunum hjá landinum í Hoydølum, samsvarandi nærri ásettum treytum. Ognirnar á Frælsinum skulu verða partur av kampusætlanini fyri Fróðskaparsetrið, har virksemi verður miðsavnað í nútíðarhóskandi hølum á Frælsinum.
Í 2018 var arbeiðsbólkur settur at arbeiða við hølisviðurskiftum hjá Fróðskaparsetur Føroya, og í 2019 kom út ein menningarætlan fyri eitt savnað Fróðskaparsetur, staðsett millum J. C. Svabosgøta og Frælsið. Í 2022 hevur tað verið arbeitt við at gera byggiskrá og fyrireika arkitektakapping um høvuðsbygning og framtíðar útbygging. Miðað verður eftir at skriva út arkitektakappingina í fyrru helvt av 2023.
Fróðskaparsetrið skal síðani stigvíst flyta úr leigumálinum í Sjóvinnuhúsinum, soleiðis at alt virksemi er flutt úr Sjóvinnuhúsinum áðrenn ársbyrjan 2025.
Fyri at Fróðskaparsetrið skal kunna nýta ognirnar til sítt virksemi krevst, at ognirnar verða høvuðsumvældar og umbygdar. Landsverk hevur gjørt eina kostnaðar- og tíðarætlan fyri verkætlanina, ið verður framd í stigum heilt fram til 2028 til ein mettan kostnað á 144 mió. kr.
Fyrsta stig í verkætlanini at høvuðsumvæla Venjingarskúlan, er at projektera umvælingina. Tá tað er gjørt, og verkætlanin hevur verið í útboð, og útboðsvinnari er funnin, verður verklagslóg løgd fyri Løgtingið.
“At miðsavnað virksemi í eitt kampus er ein avgerandi fyritreyt í menningini av Fróðskaparsetrinum,” sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður. “Tað hevur verið tosa um univeristetskampus í mong ár, og við yvirtøkuni av gamla Venjingarskúlanum verður tikið eitt stórt stig á leiðini.”
Útbúgva fleiri fakfólk til vælferðarøkini
Búskaparráðið hevur í kanning víst á, at komandi árini fer tørvurin á fakfólki innan vælferðarøkini at vaksa nógv. Í uppskotinum til fíggjarlóg eru settar av 2.2 mió kr., ið skulu nýtast til at taka upp ein eyka flokk av námsfrøðislesandi, og ætlanin er at taka upp tveir flokkar av námsfrøðilesandi á hvørjum árið. Eyka flokkurin av námsfrøðilesandi er liður í ætlanini hjá samgonguni um at styrkja vælferðarøkið.
Tørvur er á fleiri heilsustarvsfólkum, bæði heilsuhjálparum og heilsurøktarum. Miðað verður tí eftir at taka upp ein eyka flokk av heilsurøktarum á Heilsuskúlanum í Suðuroy, og til hetta endamálið eru 1 mió. kr. settar av í 2023.
Í 2022 var játtanin til Fróðskaparsetrið økt millum annað so at tveir flokkar av sjúkrarøktarfrøðilesandi kunnu takast upp á hvørjum árið, og komandi ár verða tveir flokkar tiknir upp.