03.03.2025 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Setanarrøða hjá Høgna Hoydal til Aliráðstevnuna 2025

Setanarrøða hjá Høgna Hoydal til Aliráðstevnuna 2025

Ein heiður er tað, aftur at seta ársins aliráðstevnu.

Aliráðstevnan hevur stóran týdning fyri føroysku alivinnuna, og er ikki minst ein dagur, har samstarvið millum vinnu, granskingarumhvørvið og myndugleikarnar kemur til sjóndar. Í dag hittast øll tit, sum dagliga starvast í og kring alivinnuna at skifta orð um avbjóðingar, nýggj rák og teir møguleikar, sum eru í vinnuni.

Vit liva í tíðum í heiminum, har so mangt verður sundurskrætt. Har kríggj og oyðilegging taka lív og framtíð frá fólki. Har misálit og ótti og at seta kílar í og at seta fólk upp ímóti hvør øðrum sum fíggindar, verða nýtt sum drívmegi fyri rátt vald og at leggja onnur undir seg. Har samstørv og skipanir verða endavend og slitin sundur. Har fólk vakna hvønn morgun til størri og smærri skelkir. Har ein eftirgjørdur veruleiki verður skaptur og blástur út á (a)sosialum miðlum og øðrum miðlum, sum ikki er grundaður á vitan og virðing og felags mál.

Vit vakna hvønn morgun til nýggjan dag, har Vit skapa og byggja upp gjøgnum samstarv. Grundað á vitan, royndir og visjónir um felags mál. Í øllum liðum. Har vit navigera og finna loysnir í mun til broytiligar umstøður og rák, sum altíð hava skift. Har vit byggja upp so nógvar fjølbroyttar førleikar og eitt infrakervi, har vit fáa virkað og livað her mitt í sjónum millum náttúru og fólk og á heimsmarknaðinum. Har vit gerast so sjálvbjargin og strategisk sjálvbjargin sum til ber.

Vit eru ein stórhavstjóð. Okkara samlaða havøki er 275.000 ferkilometrar. Okkara landaøki er knappar 1.400 ferkilometrar. 5 promillu av okkara øki er land. Restin er hav. Og tað hevur skapað okkum og skapar okkara framtíð sum eitt nútímans samfelag.

Og tað hevur borið til. Tað ber til. Alt tað, ið fá høvdu trúð bar til. Og tað fer at bera til. Hetta er tað, sum hevur skapt tjóð í hesum landi og sum altíð fer at bera í longdini. Um vit hava virðing fyri, at náttúran má og skal bera. Tað er jú tað, sum burðardygd er í grundini.

Tí eri eg bjartskygdur um framtíðina. Vit eru von at navigera í skiftandi og broytiligum sjógvi. Og lata vit okkum ikki draga inn á tær myrku gøtur, sum leggjast í heiminum og heima hjá okkum í løtuni, so fara vit so væl at kunna skapa og virka her – og í heiminum.

At framleiða mat úr náttúruni og úr havinum, grundað á fremstu vitan og førleikar og dygd, fer altíð og bara at vera meira eftirspurt í heiminum.

Sum Brorson yrkir í frálíku týðingini hjá Christiani Matras:

Hvat gat eg sagt tá ið mítt sinn,

í havsins djúp og grunnar,

so lítið bert kann kaga inn,

og sær so nógvar munnar.

(Brorson/Christan Matras)

Ja, nógvir munnar eru og nógvar skapa tit í havinum (og á landi). Og nógvir munnar eru at metta í heiminum.

Føroyska alivinnan er í dag ein av berandi súlunum undir føroyska búskapinum. Við tykkara stóra arbeiði og dirvi hava tit sett Føroyar á heimskortið sum eina av fremstu alitjóðum í heiminum, og tað er at gleðast um.

Við framskygni og framfýsni hevur vinnan staðið ímóti bakkøstum og er komin styrkt víðari. Avrikini eru úrslit av hørðum arbeiði og góðum samstarvi millum alarar, myndugleikar og veitarar.

ILA-útbrotið á Vágsfirði seinasta summar vísir stóra týdningin av øllum teimum skipanum og mannagongdum, sum tit virka eftir hvønn einasta dag, og er hetta ikki minst ein áminning um, hvussu alneyðugt tað er, at vit áhaldandi hava eitt sterkt og vælvirkandi eftirlit.

Tað gongur væl í vinnuni og tað er gleðiligt, men talan er samstundis um eina lutfalsliga unga vinnu og tí er framvegis nógv at tríva í – bæði tá tað snýr seg um at víðaramenna og at marknaðarføra vinnuna.

Alivinnan gongur sjálv undan, tá tað snýr seg um at menna vinnuna. Eitt nú eru nýggir framleiðsluhættir seinnu árini vorðnir ein alt meira týðandi partur av alingini. Her hugsi eg eitt nú um størri smolt og at alingin stigvíst er flutt longur út á firðirnar og út á streymasjógv.

Tá tað snýr seg um at menna vinnuna, er tað av alstórum týdningi, at hetta verður gjørt við fyriliti fyri náttúrugivna tilfeinginum, sum er grundarlagið undir alingini.

Burðardygg aling og umhvørvislig og etisk ábyrgd eru seinnu árini eisini vorðin ein fortreyt fyri at kunna kappast á altjóða marknaðinum.

Náttúrufyrilitið er okkara ábyrgd og fremsta uppgáva og mál og tí má alt verða gjørt við fyriliti fyri hesum. Hetta gera vit best í tøttum samstarvi við vinnuna og granskingarumhvørvið við at sameina vitan, nýhugsan og fakliga dygd.

Vit mugu framhaldandi leggja dent á dygd, innovatión og burðardygd, soleiðis at vit ikki einans verja okkara vinnu, men eisini styrkja grundarlagið fyri komandi ættarlið.

Eitt ítøkiligt mál, sum sjøtul verður settur á í næstum, verður at kanna, um samanhangur er millum laksaaling og støðuna hjá upsastovninum undir Føroyum. Eina av komandi vikunum fara granskarar á Firum og Havstovuni undir at kanna, um her er ein samanhangur ella ikki. Í hesum sambandi loyvi eg mær at heita á alifyritøkurnar um at samstarva væl við granskararnar, soleiðis at komið verður til eina grundaða niðurstøðu, ið annaðhvørt sannar ella avsannar hetta páhaldið. Allir partar – alivinnan, fiskivinnan og myndugleikar – hava felags áhuga í, at vit frameftir byggja okkara virksemi og ætlanir á væl grundaða vitan.

Onnur mál eru eisini á skrá – í hesum sambandi kann eg eitt nú nevna, at vit so smátt eru farin í gongd at fyrireika, at farast kann undir havaling í Føroyum - undirtøka er fyri hesum í landsstýrinum. Hetta er enn eitt stig á leiðini at menna føroyska alivinnu.

Fyrireikararnir hava lagt eina spennandi og fjøltáttaða skrá fyri dagin við áhugaverdum framløgum um alskyns viðurskifti, sum á ymiskan hátt hava týdning fyri alingina. Tað er mín vón, at tit fáa ein góðan og gevandi dag, har høvi eisini verður til kveikjandi og hugnaligt prát.

Við hesum fari eg at ynskja øllum eina góða ráðstevnu og at seta Aliráðstevnuna 2025.

Takk fyri!