29.09.2023 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Setanarrøða hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, til Vinnudagin 2023

Setanarrøða hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, til Vinnudagin 2023

Góðu vinnulívsfólk

Takk fyri stóra heiðurin at seta henda dagin. Takk fyri, at tit skipa fyri honum. Og takk fyri, at tit eru komin saman her í dag.

Vinnudagurin er eingin sjálvfylgja, hóast hann hevur nógv ár á baki.

Vinnudagurin er til, tí at føroyska vinnan megnar at samstarva og megnar at orða felags sjónarmið. At bjóða politisku skipanini og samfelagsmálum av. At seta krøv og krevja mál og mið. Og at seta okkum inn í Heimin og at draga heimin til okkara.

Og lat okkum bara beinanvegin taka tað her heima fyrst: Tað eru ov fá mál og mið í vinnupolitikkinum. Ov nógv tilvild og einstakar broytingar og hendingar, sum tit av røttum hava fýlst á og fara at fýlast á. Tað mugu og skulu vit gera nakað við. Vit hava ikki orðað og viðgjørt ein samlaðan føroyskan vinnupolitikk síðani beint eftir aldarskiftið. Hóast fyri einstakar vinnugreinar og einstøk øki eru sett mál og broytingar gjørdar.

Tí vóni eg og ivist heldur ikki í, at vit fáa eitt gott samstarv um at orða og samtykkja ein samanhangandi og málrættaðan vinnupolitikk fyri Føroyar. Sum sær føroysku vinnuna sum tann fjølbroytta og livandi og yðjandi taraskógin av smærri og størri fyritøkum, førleikum, tænastum, nýskapan og dygd - sum er tærið í øllum tí, sum verður skapt vinnuliga her heima og í beinleiðis sambandi við heimin.

Og tað er í roynd og veru eitt ómetaligt bragd. Eitt dagligt bragd. At føroyska vinnan hevur ment seg, og hvønn dag megnar at menna seg í einum so avbjóðandi og skiftandi umhvørvi.

Har kappingartreytirnar ikki hava verið javnar. Hvørki innlendis ella í mun til umheimin. Og har stórar avbjóðingar og forðingar hava verið høvuðsreglan og ikki undantakið. Alt síðani Einahandilstíðina til í dag. Tað hevur eydnast at byggja einar nútímans Føroyar á føroyskum og við føroyskum førleikum og skapandi vinnu – ímóti øllum forsagnum. Og tað fer at eydnast í ókomin ár við dagligum seiggi og víðsjónum, dugnaskapi – tá ið vit virða okkara egna í øllum lutum og gera okkum til part av heiminum.

Prógvið fyri tí fáa vit við bert at líta runt henda salin.

Her eru flestu geirar umboðaðir. Her eru hópin av fólki, sum bæði hava royndir í íverksetan, framleiðslu, sølu, umsiting, nýskapan, leiðslu, planlegging, marknaði og fíggjarstýring. Fólk við alskyns útbúgvingum og førleikum. Og tit kennast.

Tit vita hvørji hini eru. Eg rokni við at øll, sum eru inni her, kenna størsta partin av øllum fyritøkunum sum eru umboðaðar, og hava eina kenslu av hvørjar førleikar og dygdir tær hava.

Hetta gagnnýta tit hvønn dag, og hetta samlaða tilfeingið, hesin problemknúsarin, er eitt tað besta, sum vit byggja á, og sum vit kunnu bjóða heiminum.

Fleiri tykkara eru kend úti í heimi. Tit menna loysnir, sum onnur eisini kunnu brúka, og tit bjóða tykkum fram millum tey fremstu. Tað kunnu vit gera á nógv fleiri økjum.

---

“Á, verðin, verðin.” So verður endurtikið í skaldsøguni Barba og Harra Pál hjá Jørgeni Frantz Jacobsen. Í týðingini hjá Christani Matras. “Á verðin, verðin.”

Og Christian Matras yrkti jú sjálvur um sama tema í sínum lýrikki. Sum Jens Pauli Heinesen brúkti sum heiti í sínum skaldsøgum um menning og sjálvsævi: Millum annað: “Lýsir nú fyri tær heimurin” og “Markleys breiðist nú fyri tær fold”.

Men hvussu er verðin? Lýsir heimurin fyri okkum? Og breiðist foldin markleys fyri okkum í hesum døgum?

Ikki, sum vit høvdu vónað og ynskt.

Í løtuni henda stórar rembingar á heimspolitiska pallinum. Síðan kalda kríggið endaði fyri góðum tretivu árum síðani hevur verið eitt slag av einpólaðari – ella stakpólaðari – valdsjavnvág. USA sum einsamalt risaveldi partvíst saman við Evropa hevur í stóran mun einsamalt sett dagsskránna. Altjóðagerð, demokratisering, búskaparlig samanrenning, sínámillum handil og opinleiki hava verið sett sum yvirskriftir.

Og heimurin er av mongum øðrum orsøkum – ikki minst talgilt og handilsliga – eisini vorðin meira samanrunnin búskaparliga, tøkniliga og mentanarliga enn nakrantíð fyrr.

Men í løtuni fragmenterast heimspolitiska valdsjavnvágin og valdspólarnir vilja verða fleiri.

Russland vísir seg sum eina hernaðarliga hóttan í Evropa. Í breiðari høpi er Kina ein langskygd strategisk avbjóðing fyri vesturheimin. Og ein røð av sonevndum Global South-londum – ið tilsamans munnu vera fólkaríkasti parturin av heiminum – finna saman og góðtaka á ongan hátt ein einpólaðan ella stakpólaðan heim, ið teuy síggja sum framhald av longu hjálandatíðini, sum hevur skipað heimin og hildið fram til denna dag. Og í ávísan mun síggja vit eisini, nú oljuprísirnir hækka munandi, at londini í Miðeystri, eins og í sjeyti- og áttatiárunum samskipa seg og gera seg galdandi.

Kríggið í Ukraina hevur sjálvandi verið við til at skunda enn meira undir hesa gongd.

Vit skulu sjálvandi ansa væl okkum ikki at mála eina døkkari mynd av heimsstøðuni, enn neyðugt. Ella at skapa ógrundaðan ótta. Vit kenna og skilja verðina. Vit eru her mitt í verðini og í Norðurhøvum. Vit eru fult út før fyri at virka og navigera við okkara egnu avgerðum í einum skjótt broytiligum heimi. At halda avtalur, byggja á altjóða lóg og samtyktir og at taka ábyrgd og hava álítandi samstarv við heimin.

Og fyri at sláa tað fast: lítið talar fyri, at matvøruframleiðsla og -søla fara at gerast ein umstrídd handilsvøra – ella at grundleggjandi fortreytirnar fyri okkara virkisføri á altjóða marknaðinum fara at broytast til tað verra.

Men gongdin er greið, og hana mugu vit fyrihalda okkum til. Trygdar- og verjupolitikkur er aftur ovast á breddanum. Trygdarpolitiska hugtakið er seinnu árini víðkað munandi og røkkur í altjóða politikki í dag eisini inn á málsøki sum handil, fjarskifti, tøkni, orku, gransking, atgongd til ávíst tilfeingi, flutning og veiting. Heimurin lýsir ikki bara fyri okkum, men letur seg aftur í ymsar pólar og alliansur.

Í hesum – stundum fløkta – høpi er hugtakið strategiskt sjálvræði – ella strategisk autonomi – ein snúningsásur. Tað merkir evnini at hava sjálvræði ella autonomi at klára seg í teimum skiftandi umstøðunum. At vera minni bundin at øðrum skipanum, ið vit onga ávirkan hava á. At styrkja uppá egna vitan og framleiðslu og infrakervi. Bæði sum land og ikki minst sum samstarvspartur í einum geopolitiskum samanhangi.

Vit síggja týðiliga, at londini og sambondini kring okkum taka miðvís stig fyri at gera meira strategiskt autonom. Bæði sjálv og saman við samsintum og teimum, tey skipa seg í alliansur við. Tey seta aftur verjugarðar upp kring týðandi vinnur, vitan og undirstøðukervi. Geva statsstuðul. Menna egna tøkni. Skifta veitarar. Leggja flutning og framleiðslu neyvari til rættis.

Tað er í roynd og veru als ikki í okkara áhuga, tí vit eru helst ein tann mest opni búskapurin um okkara leiðir – ja, kanska í heiminum. Uttan at fara í proteksjónistiskar hugsanir ella detta aftur í studningsbúskap, so mugu vit kortini eisini hava sum mál í okkara vinnupolitikki, at skapa  strategiskt sjálvræði. At styrkja kappingarstøðuna hjá okkara fyritøkum og at menna okkara egnu førleikar í Føroyum. Og at styrkja okkara atgongd til tann heimin, ið nú hómast fyri okkum.

Eg eri sannførdur um, at føroyska vinnulívið stendur seg væl og kann standa seg enn betur í hesari gongdini. Førleikarnir, sum tit hava ment, m.a. innan tænastu- og veitaravinnurnar, gera okkum til ein álítandi og javnbjóðis samstarvspart hjá okkara næstu samstarvsfeløgum.

----

Tí mugu vit gera okkum sjónlig og slóða ræsur úti í heim. Ein av okkara størstu avbjóðingum.

Landsstýrið raðfestir handil og handilsframa høgt. Afturvendandi avbjóðingina kenna vit, har vit ikki í altjóða høpi hava strategiskt sjálvræði.

Vit falla ikki í fátt, men arbeiða miðvíst. Fyri betri marknaðaratgongd, tollfrælsi og ikki minst WTO-limaskapi, sum hevur alstóran týdning fyri føroyskan útflutning og fyri at fáa í lag fleiri handilssáttmálar – ja, og skatta-avtalur eru eisini sum at vassa í siroppi.

Í gjár hitti eg handilskommisserin hjá ES á fundi í Brússel. Endamálið var m.a. at víðka um okkara møguleikar fyri at flyta út virkaðar fiskavørur. Í næstum skal eg til Beijing á fundir við kinesiskar myndugleikar og taka lut á eini ráðstevnu, har fleiri føroyskar fyritøkur verða við. Í novembur fer løgmaður til India á vinnuferð. Og næsta ár lata vit upp sendistovu í Washington DC. Einki av hesum verður nakað quick fix – at vinna okkum betri marknaðaratgongd er eitt áhaldandi, tungt og drúgt arbeiði.

Og arbeiðið við Export Faroe Islands skal nú skipast veruliga.

---

Góðu tit,

Vit liva í eini tíð við nógvum og stórum avbjóðingum. Veðurlagsbroytingar, trygdarpolitisk óvissa og møguleikar og hóttanir á netinum eru millum tær størstu. Men eisini skeiklaða aldursbýti, fólkaheilsa, bústaðartrot og sálarkvøl millum børn, ung og vaksin eru avbjóðingar, sum rópa eftir nýskapandi loysnum.

Hesar eru allar ovurhonds stórar avbjóðingar - samansettar, tvørligar og dýrar, ella tað sum á enskum verður kallað wicked problems. Avbjóðingar, sum ikki hava einfaldar og greiðar loysnir, men sum krevja samstarv tvørtur um geirar og mentanir. Loysnir, sum krevja yvirlit og fjølbroyttar og samansettar førleikar.

Vit hava akkurát somu avbjóðingar sum onnur lond, og júst tí, kunnu okkara loysnir eisini geva øðrum íblástur.

Nógvar av loysnunum, sum verða mentar í Føroyum í dag, eru á nýggjum økjum. Tað eru loysnir, sum krevja samstarv tvørtur um fak og geirar og sum krevja tætt samstarv millum veitarar og kundar. Hesar loysnirnar og nýggir vinnugeirar leggjast afturat teimum siðbundnu, sum hava so alstóran týdning fyri føroyska samfelagið.

Nógvar loysnir eru eisini á økjum har sum almenni geirin og vinnan umskarast, Millum hesar eru nógvar talgildar loysnir, grønar loysnir, eldratøkni og smittuhandfaring. Fleiri av hesum loysnum kunnu gera stóran gagn í heiminum.

----

Tykkara evni at laga tykkum til broyttar umstøður og at samstarva um loysnir til harðbalnastu umstøður, hava ómetaligt virði, nú bæði veðurlag, náttúra og samsfelagsbygnaðir kollveltast.

Føroyska vinnan er ikki tyngd av tungum mannagongdum, og hevur tí stutta leið frá hugskoti til veruleika og framt verk.

Hesi virðini skulu vit varðveita. Í skjótt skiftandi tíðum, er tað ein ómetalig styrki, at vit ikki eru darvaði av tungum mannagongdum og trekum valdsbygnaði. Vit skulu halda rimmar fast um hesi góðu virði.

Og soleiðis fer heimurin eisini at lýsa í glottum í komandi tíðum.

Við hesum orðum er Vinnudagurin 2023 settur.