24.04.2019 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Sernám: Hanna Jensen kannar avgerðina um Karlstadmodellið

Sernám: Hanna Jensen kannar avgerðina um Karlstadmodellið

Stutt undan páskafrítíðini frættist, at foreldur at børnum við serligum tørvi, ið hava nýtt sonevnda »Karlstadmodellið« til málmenningina hjá børnunum, fingu boð um, at henda ráðgevingin, ið tey eru von at fáa frá Sernámi, nú steðgar.


- Eg veit, at hetta hevur skapt bæði órógv og ampa millum foreldur og avvarðandi, tí Karlstadmodellið hevur givið góð úrslit hjá fleiri og er eitt viðurkent modell, sum verður nýtt í fleiri londum. Roynd starvsfólk innan serøkið og avvarðandi - eisini her heima í Føroyum – hava givið modellinum bestu skoðsmál, tí arbeiðshátturin vísir seg hjálpa fleiri av teimum børnum, sum ikki megna at menna málið á vanligan hátt, sigur Hanna Jensen, landsstýriskvinna í undirvísingar- og granskingarmálum.

Landsstýriskvinnan vísir á, at føroyskt tilfar er gjørt innan økið - og at Javni, sum eisini alment hevur hartað framferðarháttin hjá Sernámi nú hetta tilboðið verður strikað, í fjør skipaði fyri stórari ráðstevnu um Karlstadmodellið her í Føroyum.

Tí er landsstýriskvinnan nú farin at kanna málið.

- Sum landsstýriskvinna, ið varðar av sernámsfrøðiliga økinum, harmist eg almikið um støðuna. Eg veit, at hesi foreldrini dagliga hava nógv at stríðast við, og tað síðsta, tey hava tørv á, er órógv í ráðgevingini og skipanunum. Tí havi eg biðið stjóran á Sernámi um eina nærri frágreiðing. Eg havi biðið um at fáa eina grundgeving fyri broytingini, og eg havi biðið um at fáa at vita, hvat tey, ið higartil hava fingið hetta tilboðið, so fáa í staðin, sigur Hanna Jensen.

- Hartil havi eg biðið stjóran á Sernámi lýsa, hvørt talan er um fakligar grundgevingar ella hvat hendan broytingin byggir á.

Hanna Jensen, landsstýriskvinna, fer at viðgera svarið frá stjóranum á Sernámi, áðrenn hon ger sær eina niðurstøðu í málinum.