24.02.2023 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Serfrøðingur til uttanríkistænastuna hjá ES

Serfrøðingur til uttanríkistænastuna hjá ES

Brennir tú fyri altjóða viðurskiftum, ert tú fakliga væl grundað/ur og hevur tú dirvið at fara undir eina altjóða starvsleið?

So hevur tú nú møguleika at søkja starvið sum útsendur serfrøðingur (Seconded National Expert) í uttanríkistænastuni hjá ES.

Endamálið við nýggja starvinum er at menna viðurskiftini millum Føroyar og ES. Tín uppgáva verður millum annað at ráðgeva og gera greiningar um viðurskiftini millum Føroyar og ES, um arktisk viðurskifti umframt at samstarva við viðkomandi partar av ES-Kommissiónini.

Starvið verður sett sambært serligu treytunum fyri útsendar serfrøðingar, og danska uttanríkisráðið er setanarmyndugleiki.

Seinasta freist at søkja starvið er 12. mars 2023. Upplýsingar um setanartreytir síggjast á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum her. Umsøkjarar eru vælkomnir at venda sær til Elisabeth F. Rasmussen, ráðgeva, á telefon 551075 at fáa nærri upplýsingar.

Sí: END/SNE – JOB DESCRIPTION