06.03.2015 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Serbreyt á miðnámsskúlunum á Kambsdali til ung við serligum tørvi

Serbreyt á miðnámsskúlunum á Kambsdali til ung við serligum tørvi

Sum nakað nýtt og sum ein liður í at veita ungum við serligum tørvi fleiri skúlatilboð, er nú møguleiki fyri at søkja  inn á serbreyt í miðnámsskúlunum á Kambsdali. Serbreytin er serliga ætlað næmingum við serligum tørvi, sum hava tørv á eini serliga skipaðari skúlagond, sum tekur støði í einstaka næminginum. Skúlatíðini er frá kl. 8 – 13. Serbreytin verður so vítt gjørligt samskipað við stuðulsfyriskipanum eftir skúlatíð.

Serbreytin er ætlað komandi skúlaár at hýsa 8 næmingum og verður skipað sum 4 ára skúlagongd. Starvsfólkatoymi við serkunnleika undirvísa og stuðla næmingunum á serbreytini.

Serbreytin, sum nú verður bjóðað út, er eyðkend av, at almennu upptøkukrøvini ikki eru galdandi, og breytin miðar ikki eftir vanliga próvnum. Undirvísingin verður bygd á læruætlan, sum er gjørd til einstaka næmingin, har dentur er lagdur á at klára seg í dagliga lívinum, at læra ymiskt bókmentaligt og/ella listaligt, teldunýtslu og handaligt arbeiði.

Næmingum standa í boði at menna sosialar, yrkisligar og persónligar førleikar, treytað av tørvi teirra. Serbreytin fer eisini at fevna um vanligu lærugreinar á tí stigi, næmingurin megnar. Undirvísing og hentleikar eru lagað til tørvin hjá einstaka næminginum og val av lærugreinum fer fram aftaná upptøku.

Fyri at tryggja miðvíst arbeiði og innihald verður miðað eftir serstøkum serbreytaprógvi, sum byggir á sokallaðu OCN-skipanina (Open Collage Network).

Tá ið næmingurin hevur søkt inn á serbreytina, tekur ein upptøkunevnd, samansett av skúlunum, Sernámi og Almannaverkinum, støðu til upptøkuna. Umsøkjarar fara til eina upptøkusamrøðu, sum saman við øðrum upplýsingum er grundarlag undir einari heildarmeting av umsøkjarunum. Fyri at kunna veita best møguligan stuðul til einstaka næmingin, er umráðandi, at øll viðkomandi skjøl, so sum sernáms- og sálarfrøðiligar frágreiðingar, eru lagdar við umsóknini.

Tilboðini verða í størst møguligan mun samskipað við stuðulstilboðum frá Almannaverkinum og verða umsøkjarar bidnir um at tilskila í umsóknarblaðnum, at loyvi verður givið skúlunum at kunna Almannaverkið og Sernám um hetta.

Serliga skipað miðnám byggir á Tilmæli um serliga skipað miðnám sum heildartilboð til ung við serligum tørvi.

Meira fæst at vita um serbreytina við at ringja til Studentaskúlan á Kambsdali, tlf 610800.