Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2024 eru 2 mió. kr. játtaðar til Sendistovu Føroya til USA.
Eftir ætlan letur føroyska sendistovan upp í Washington næsta heyst, og fyrr í september mánaði vóru embætisfólk frá Uttanríkistænastuni í Washington fyri at kanna hølisviðurskifti.
Í 2020 varð partalagsyvirlýsing millum Føroyar og USA undirritað, ið skal leggja lunnar undir styrkt samstarv millum Føroyar og USA, m.a. innan gransking, mentan og vinnu. Føroyska sendistovan er ein avgerandi liður í at styrkja um hetta samstarvið.
Føroyski útflutningurin til USA er vaksin seinastu árini, og USA er ein av høvuðsmarknaðunum hjá Føroyum. Í 2023 fóru 13 prosent av vøruútflutninginum til USA, og frá januar fram til juli mánað í ár var føroyska útflutningsvirðið til USA umleið eina milliard kr.
“Føroyar hava styrkt samhandilin og samskiftið við USA seinastu árini. Vit eiga nú at styrkja okkara beinleiðis samstarv við sendistovu í Washington, ið kann slóða fyri øktari vinnu, handli, gransking, útbúgving og mentanarsamstarvi millum londini. Við geopolitisku støðuni í Norðurhøvum, er okkara beinleiðis samskifti við USA á stjórnarstigi eisini avgerandi fyri, at Føroyar kunnu taka egnar avgerðir og hava fult innlit í alt virksemið okkara leiðir ,” sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.