25.10.2024 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Sendistova Føroya í Washington D.C. leitar eftir fulltrúa/skrivara

Sendistova Føroya í Washington D.C. leitar eftir fulltrúa/skrivara

Ert tú tænastusinnað/ur og klár/ur til ein skiftandi og spennandi arbeiðsdag við góðum starvsfeløgum? Sendistova Føroya í Washington D.C. søkir eftir fulltrúa/skrivara at knýta at toyminum.

Um starvið

Starv: Fulltrúi/skrivari

Starvsslag: 3 ára starvssáttmáli við støði í setanartreytum, sum eru galdandi í Washington D.C. Møguleiki er fyri at leingja setanina

Byrjanardagur: 1. januar 2025 ella skjótast gjørligt aftaná

Starvsstaður: Representation of the Faroe Islands, House of Sweden, South building, 2900 K Street, NW Washington DC 20007, USA

Umsóknarfreist: 15. november 2024

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki sum fulltrúi/skrivari

Fulltrúin/skrivarin fer at vera við til at at fremja verkætlanir, gera politiskar greiningar, SoMe átøk, samskipa fundarvirksemi, veita persónligan og fyrisitingarligan stuðul, herímillum eisini bókhald, málsviðgerð, fundarfrágreiðingar o.a. Serligar uppgávur og ábyrgdarøki eru m.a. at fyrireika marknaðaratkomugreiningar og frágreiðingar av politiskum og handilsligum slag, umframt annað vitanartilfar. 

Kravdir førleikar

  • Í minsta lagi BA í stjórnmálafrøði, búskaparfrøði, løgfrøði ella aðra viðkomandi útbúgving

  • Skjalprógvaðar royndir við nevndu økjum ella samanberandi ábyrgdarøki eru ein fyrimunur

  • Kunnleika til núverandi politiska landslagið í USA

  • Tænastusinnað/ur

  • Fjølkøn/ur og fleksibul, klár/ur at tilpassa seg og at taka sjálvstøðuga ábyrgd fyri víttfevnandi uppgávur, ið eru ymiskar í vavi

  • Góð/ur at leggja síni viðurskifti til rættis og raðfesta uppgávur

  • Skilur væl arbeiðsuppgávur og mannagongdir og fylgir teimum væl

  • Dámar og dugir væl at arbeiða við nógvum bóltum í luftini í senn í einum ídnum arbeiðsumhvørvi

  • Dugir sera væl enskt, bæði í talu og á skrift

  • Kunnleika til føroyskt og/ella onnur norðurlendsk mál eru ein fyrimunur

  • Jaligan hugburð og góð evni at samstarva

Vit bjóða

  • 3 ára starvssáttmála við møguleika fyri at leingja setanina. Sáttmálin verður gjørdur við støði í galdandi lógum og treytum, ið eru galdandi á arbeiðsmarknaðinum í USA

  • Starvssetanin er í Sendistovu Danmarkar, men starvsstaðurin er í hølum hjá Sendistovu Føroya í House of Sweden í Georgetown, D.C.

  • 37 tímar arbeiðsviku

  • 25 feriudagar við løn um árið

  • Løn samsvarandi við tínar førleikar, royndir og skjalprógvað viðkomandi avrik

  • Góða heilsutrygging

  • Ágóðar og aðrar treytir við støði í galdandi treytum fyri lokalsettum starvsfólkum í Sendistovu Danmarkar

  • Grundlønin fyri starvið – fyri starvsfólk, ið gjalda skatt í USA – er 5224 USD um mánaðin. Fyri starvsfólk, ið eru undantikin skattskyldu í USA, er grundlønin 4473 USD um mánaðin. Við støði í førleikum og royndum hjá einstaka umsøkjaranum, kann eyka sjálvstøðug lønarveiting verða løgd afturat grundlønini. 

Umsókn og setanartilgongd

Fyri at søkja starvið, verður tú biðin um í seinasta lagi hin 15. november 2024 at senda tína umsókn (forsíðu, CV, viðmæli og viðkomandi prógv) á enskum til sendimannin, Bjørn Kunoy, á bjornk@mfa.fo. Vinaliga skriva “fulltrúi/skrivari” í evnisgluggan.

Sendistova Føroya ynskir líka møguleikar fyri øll, og eru umsóknir frá øllum skikkaðum umsøkjarum óansæð húðarlit, kyn, religión, aldur ella brek vælkomnar.

Útvaldir umsøkjarir verða bidnir um at koma til samrøðu.

Tann, ið fær starvið í boði, skal senda inn reina revsiváttan og verða trygdargóðkend/ur av donskum myndugleikum, áðrenn setanin fær gildi.

Umsøkjarar mugu hava arbeiðsloyvi í USA við einum A2 visa ella ígjøgnum sendistovu, fastan bústað í USA ella amerikanskan borgaraskap. 

Spurningar

Hevur tú spurningar um starvið, vinaliga vend tær til sendimannin, Bjørn Kunoy, á bjornk@mfa.fo ella +1 227-233-8688. 

Um okkum

Sendistova Føroya hevur til endamáls at fremja og seta í verk endamál, politikkir og raðfestingar hjá føroyskum myndugleikum í tvípartasamstarvinum við USA.