Klokkan 9 í morgun hittist nýggja Málráðið á fyrsta sinni. Fundurin varð hildin í hølunum hjá Mentamálaráðnum, og landsstýriskvinnan, Rigmor Dam, tók ímóti og beyð vælkomin.
Hon segði seg ynskja, at nýggja Málráðið fer at leggja dent á tvinni málslig viðurskifti. Annað er málmenning hjá børnum – og hitt er, at javnstøða í størri mun skal fara at eyðmerkja føroyska málið.
Á fundinum í morgun nýttu teir seks limirnir, sum halda fram í ráðnum, eisini høvi at bjóða teimum fimm nýggju limunum vælkomnum, og eftir fundin segði nýggja forkvinnan, Sólvá Jónsdóttir, at nýggja Málráðið tykist semjusøkjandi.
- Tað er eingin loyna, at tað vóru nakrar ósemjur í undanfarna Málráðnum, men vit eru øll samd um, at slíkar ósemjur ikki gagna nøkrum. Huglagið á hesum fyrsta fundinum var positivt og merkt av semju, sigur hon.
Mikukvøldið hittist Málráðið aftur, og tá fer ráðið at skipa starvsnevnd, umframt at umrøða, hvørji mál tey fara at arbeiða við.
Starvsnevndin hittist umleið 10 ferðir um árið, og alt Málráðið savnast umleið 3. hvønn mánað.
Málráðið situr í fýra ár í senn, og limirnir kunnu í mesta lagi sita tvey skeið.
Limirnir í nýggja Málráðnum eru: Sólvá Jónsdóttir, Eivind Weihe, Sjúrður Gullbein, Elin Henriksen, Marna Jacobsen, Bergljót av Skarði, Anfinnur Johansen, Hanna Simonsen, Randi Meitil, Jógvan D. Hansen og Sólfinn Hansen.
Sjúrður Gullbein vantar á myndini.