Mentamálaráðið hevur móttikið mótmælisskriv frá lærarunum í føroyskum á studentaskúlunum. Lærararnir finnast at ætlanini hjá Mentamálaráðnum um ikki at loyva næmingum at fyrireika seg til próvtøkutekstirnar í bólkum frammanundan próvtøkuni í skrivligum føroyskum, og at Mentamálaráðið hevur lagað próvtøkutilfarið so, at ein partur verður í talgildum líki.
Mentamálaráðið harmast um atfinningarnar og hevur á fundi í dag saman við avvarðandi pørtum loyst málið.
Viðvíkjandi bólkafyrireiking ásannar Mentamálaráðið, at málið ikki hevur verið nóg væl lýst, og tí er gjørt av, at tað framhaldandi verður loyvt at nýta próvtøkuháttin við bólkafyrireiking.
Mentamálaráðið ásannar somuleiðis, at kunningin og tilgongdin viðvíkjandi talgildum uppgávum ikki hevur verið nøktandi. Partarnir er tó samdir um, at víðkanin av uppgávusettinum við 2 talgildum uppgávum gevur næmingunum eitt breiðari tekstgrundarlag. Fyri próvtøkubyrjan verða næmingarnir kunnaðir um, at talan er um valmøguleikar og ikki krav, og at teirra val av uppgávu ikki hevur ávirkan á, hvussu avrikið verður dømt. Sostatt skuldu ivamálini í sambandi við próvtøkuna í føroyskum verið beind av vegnum.
Bólkafyrireiking
Í desember 2004 var royndarætlan við bólkafyrireiking til próvtøkuna í føroyskum sett í verk á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði. Endamálið var at royna í verki henda próvtøkuhátt í føroyskum m.a. við atliti at, at farast skuldi undir at endurskoða miðnámsútbúgvingarnar. Royndarætlanin við bólkapróvtøku varð framd og eftirmett.
Tá Mentamálaráðið gjørdist vitandi um, at Føroya Studentaskúli og HF-skeið hevur hildið fram við hesum próvtøkuhátti, vóru boð givin skúlanum, at hesin próvtøkuháttur ikki skuldi nýtast í ár.
Mentamálaráðið ásannar, at málið ikki hevur verið nóg væl lýst, áðrenn henda avgerð varð tikin. Tí hevur Mentamálaráðið í samráði við rektararnar fyri studentaskúlarnar, lærugreinaráðgevanum í føroyskum og umboði fyri uppgávunevndina tikið avgerð um, at Føroya Studentaskúli og HF-skeiði fær loyvi at nýta próvtøkuháttin við bólkafyrireiking til próvtøkuna í ár.
Próvtøka við talgildum tilfari
Á heysti 2010 tók Mentamálaráðið avgerð um, at próvtøkusettið í føroyskum frá 2012 skuldi verða tað sama fyri allar miðnámsútbúgvingar. Næmingar fáa í hesum sambandi fleiri uppgávur at velja ímillum. Farast skuldi samstundis undir at menna próvtøkuháttin, so hann í størri mun endurspeglaði nýggju kunningar- og samskiftistøknina. Lærarar á miðnámsskúlunum tóku ikki undir við hesum, og mæltu til at fyrireika skúlar og næmingar betur, áðrenn hetta varð roynt í próvtøkuhøpi. Stig vóru tí tikin til, at próvtøka við talgildum tilfari fyrst skuldi nýtast til próvtøkuna á vinnuskúlunum í 2011 og hareftir á øllum miðnámsskúlunum frá 2012.
Á heysti 2011 skipaði Nám saman við Mentamálaráðnum fyri fundi fyri allar føroysktlærarar í miðnámsútbúgvingum. Endamálið við fundinum varð m.a. at kunna um tær royndir, ið gjørdar vóru við talgildum tilfari, og um ætlanirnar at nýta felags próvtøkusett og talgilt tilfar til próvtøkuna í 2012.
Í 2012 er próvtøkusettið víðkað til at fevna um 7 uppgávur í mun til 5, sum hevur verið vanligt frammanundan. Næmingarnir velja eina av hesum 7 uppgávunum at loysa. Alt skrivliga próvtøkugrundarlagið er á prenti, og tvær av teimum 7 uppgávunum hava talgilt ttilfar knýtt aftur at sær.
Talan er í einum føri um eina yrking, sum hevur tónleik knýttan at sær, og í hinum førinum um eina myndarøð við stillum myndum. Próvtøkutilfarið inniheldur sostatt ikki tekstsløg, sum eru næmingum ókend, og øll tekstsløg í próvtøkusettinum eru fevnd av galdandi lærugreinakunngerðum.
Mentamálaráðið hevur viðgjørt málið saman við rektarunum fyri studentaskúlarnar, lærugreinaráðgevanum í føroyskum og umboði fyri uppgávunevndina. Mentamálaráðið ásannar og tekur til eftirtektar, at kunningin og tilgongdin til talgildar uppgávur ikki hevur verið nøktandi. Partarnir eru samdir um, at víðkanin av próvtøkusettinum gevur næmingunum breiðari tekstgrundarlag, og at hetta er til gagns fyri næmingarnar. Tí verður ætlaða próvtøkusettið grundarlag undir skrivligu próvtøkuni í føroyskum A í 2012.
Næmingarnir verða fyri próvtøkubyrjan kunnaðir um, at uppgávurnar við talgildu tekstunum eru valmøguleikar og ikki krav, og at teirra val av uppgávu ikki hevur ávirkan á, hvussu avrikið verður dømt.