Í morgun blivu avtalur um bygnaðarligu skipanina av Marknagilsdeplinum undirskrivaðar í Mentamálaráðnum.
Tað eru tvey samd stýri fyri sjálvsognarstovnarnar, Tekniska Skúla í Tórshavn og Føroya Handilsskúla, sum taka undir við at avtaka sjálvsognarstovnarnar og skipa ein almennan skúladepil. Sambært lógaruppskoti, sum verður lagt fyri Løgtingið, er ætlanin at skipa eitt depilsráð, sum gevur vinnuni ávirkan á yrkisfakligu útbúgvingarnar á skúladeplinum.
Søkt verður í næstum eftir depilsstjóra fyri Marknagilsdepilin, sum kemur at umfata alt virksemið, sum er í Tekniska Skúla í Tórshavn, Føroya Handilsskúla í Tórshavn og Føroya Studentaskúla og HF-skeiði. Avtalað er, hvussu sambandið verður millum verandi leiðslur og depilsstjóran inntil flutt verður inn í nýggja skúladepilin á sumri 2016.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, fegnast um, at tað hevur borið til at skipa yvirgongdina frá verandi skúlum til nýggja skúladepilin í semju millum allar partar.