Mentamálaráðið, Kommunufelagið, Norðurlandahúsið og LISA hava í dag undirskrivað nýggja samstarvsavtalu um Listaleypin.
Listaleypurin er eitt gott amboð at kveikja forvitnið hjá næmingunum og teirra vitan og fatan fyri listarligum arbeiði. List og mentan hava stóran týdning í menningini bæði hjá einstaklinginum og samfelagnum sum heild. Tað er tí umráðandi, at børn og ung læra um og fáa innlit í ymsar listagreinar, so at tey kunnu seta orð á og saman við øðrum umrøða listarlig avrik.
Røðan, ið Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, helt í Kollafjarðar skúla í dag, kann lesast her og avtalan kann lesast her.