05.04.2017 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Samstarv millum Almannaverkið og Mentamálaráðið

Samstarv millum Almannaverkið og Mentamálaráðið

Rigmor Dam, landsstýriskvinna, handaði Suffíu Danielsen, køkshjálp í Mentamálaráðnum, gávu fyrst í vikuni, tá Suffía fylti 25 ár og bjóðaði sínum starvsfeløgum køku.

Í desember 2015 kom Suffía umvegis Almannaverkið í arbeiðsroynd sum køkshjálp í Mentamálaráðnum, og eydnaðist arbeiðsroyndin so mikið væl, at Mentamálaráðið eftir eitt ár valdi at bjóða Suffíu fast starv í ráðnum. Suffía heldur okkara køk reinan og ruddiligan, ger kaffi og te bæði til starvsfólk og fundir, makulerar og annað fyrifallandi arbeiði eftir tørvi.

Mentamálaráðið kann avgjørt mæla til, at onnur arbeiðspláss royna somu skipan, ið vit sjálvi eru sera glað fyri.

Vit ynskja Suffíu hjartaliga til lukku við 25 ára føðingardegnum og ynskja henni blíðan byr.