Samskipari at seta í verk heildarætlanina “Harðskapur í parlagi og nærsambondum”
Søkt verður nú eftir samskipara, sum skal seta í verk tey 18 ítøkiligu átøkini í heildarætlanini “Harðskapur í parlagi og nærsambondum”.
Í næstum skal samskipari setast, sum skal seta í verk heildarætlanina “Harðskapur í parlagi og nærsambondum. Eisini skal samskiparin umsita átøk at fyribyrgja og steðga harðskapi í parlagi og nærsambondum. Umframt at seta í verk átøkini í heildarætlanini, skal samskipari eisini vera við til at menna eitt fyribyrgjandi umhvørvi.
Í starvinum skal samskiparin serliga:
- Skipa samstarv og samskifti millum myndugleikar og stovnar
- Samskipa førleikamenning av fakbólkum
- Fyrireika og samskipa íverksetan av viðgerðartilboði
- Upplýsa og samskifta við myndugleikar, felagsskapir o.o. samsvarandi átøkunum í heildarætlanini
- Standa fyri upplýsandi og fyribyrgjandi átøkum og gera tilfar svarandi til átøkini í heildarætlanini
Tað er nú eitt ár síðan, at ein arbeiðsbólkur fór undir at gera heildarætlanina. Í arbeiðsbólkinum eru umboð úr Almannamálaráðnum, Vinnumálaráðnum, Heilsumálaráðnum, Innlendismálaráðnum og Mentamálaráðnum. Tey 18 átøkini fevna breitt, harav eitt av átøkunum er at seta samskipara at hava ábyrgd av, at átøkini verða sett í verk.
Tann breiða politiska semjan hevur merkt arbeiðið at gera heildarætlanina. Bæði samgonga og andstøða hava víst góðan vilja at gera átøkini til veruleika. Harumframt hevur arbeiðsbólkurin týðiliga merkt, at fakfólk, stovnar, myndugleikar og felagsskapir hava stuðlað arbeiðinum og givið sítt íkast til heildarætlanina.
Arbeiðsbólkurin hevur, síðan heildarætlanin varð løgd fram, arbeitt víðari við at útgreina átøkini í heildarætlanini. Úrslitið av hesum arbeiði er, at ein fylgifrágreiðing er latin landsstýrisfólkunum, sum varða av økinum. Sí heimasíðu Vinnumálaráðsins www.vmr.fo.
Higartil er tað Vinnumálaráðið, sum hevur staðið fyri arbeiðinum at gera heildarætlanina. Frameftir verður verkætlanin, saman við játtanini, flutt til Almannamálaráðið. Hetta kemst av, at í samgonguskjalinum er staðfest, at heildarætlanin nú eisini skal umfata kynsligan ágang í móti børnum. Hetta er eitt øki, sum Almannamálaráðið varðar av og tí verður verkætlanin nú flutt úr Vinnumálaráðnum. Sostatt er tað nú Almannamálaráðið, sum stendur fyri arbeiðinum at seta í verk átøkini í heildarætlanini og er avvarðandi myndugleiki, sum setur samskiparan.