18.08.2017 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Samfelagsfrøði í sjeynda flokki

Samfelagsfrøði í sjeynda flokki

Hvørji rættindi hava føroyskir tannáringar í mun til viðurskifti í bankanum?

Hvørji rættindi hava okkara blaðungu, tá tey fara til lækna?

Og hvørjar samfelagsskyldur hava tey?

Hesir spurningarnir verða millum annað svaraðir komandi árið, nú sjeyndu flokkarnir fyri fyrstu ferð hava fingið samfelagsfrøði á tímatalvuna.

Tað áhugaverda er, at hetta er ein lærugrein, sum tey ungu sjálvi hava ynskt sær. Samfelagsfrøði er nú kravd lærugrein tveir tímar um vikuna í sjeynda flokki. Komandi ár fær eisini 8. flokkur samfelagsfrøði, og í 2019 verður tað víðkað til eisini at fevna um 9. flokk.

Nýggju lærubókina í samfelagsfrøði hevur Eyðna Magnussen ritstjórnað. Lena Jacobsen hevur týtt og tillagað úr norskari lærubók. Eyðna Magnussen hevur somuleiðis týtt og tillaga læraravegleiðingina og framleitt praktisku uppgávurnar. Hon skal eisini samskipa vitanardeilingina millum lærararnar á Snar.

- Henda fyrsta bókin snýr seg um einstaklingin í heildini og tekur støði í sosialiseringini, og hvat tað er, sum ávirkar okkum, soleiðis, at vit gerast júst tey, vit enda við at blíva. Harnæst hyggja vit at fólkaræði sum stýrisskipan, kommunum, ábyrgd – bæði í mun til feløg og einstaklingin, og miðlunum, greiðir Eyðna Magnussen frá.

Aktiv læring

Áðrenn undirvísingin í samfelagsfrøði byrjaði, vóru allir undirvísararnir á skeiði hjá Námi.

- Hetta verður ikki siðbundin undirvísing, tí ætlanin er, at tey ungu sjálvi skulu út at gera uppsøkjandi arbeiði, fyri at læra nakað um okkara samfelag. Sjálvandi er eisini ymiskt konkret í tekstinum, men høvuðshugsanin er, at tey sjálvi skulu verða engagerað.

Sambært Eyðnu hava øll verið fús at hjálpa til við bókini – bæði almennir og kommunalir stovnar, undirvísarar – og eisini næmingarnir sjálvir.

- Eg havi gjørt nakrar spurnarkanningar fyri at fáa nýggj og álítandi hagtøl um vanarnar hjá okkara ungu. Og innkomnu svarini hava táttað í 100%. Tey ungu halda tað vera stuttligt, at tey soleiðis sjálvi verða við í undirvísingartilfarinum.

Málsetningurin við lærugreinini er at læra tey ungu, hvussu okkara samfelag er skipað, og at fáa tey virkin í samfelagnum – eisini í kjaki.

- Tey ungu skulu verða tilvitað um, at tey eisini eru ein partur av heildini og at eisini tey kunnu ávirka avgerðirnar, sum verða tiknar.

Bókin “Samfelagið og eg” til 7. flokk er 87 blaðsíður. Hartil er nógv annað tilfar, sum kann dragast inn í undirvísingina, savnað saman á undirvísingarportalinum, Snar.

Permuna hevur Janus á Húsagarði teknað.

 [ES3]