Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum og danski ferðslumálaráðharrin, Thomas Nolsøe Danielsen hava fundast í Føroyum.
Á skránni var yvirtøkan av loftrúminum og loftferðsluni, sum verður løgd fyri Løgtingið í næstum.
Ráðharrarnir viðgjørdu ymsu tættirnar í yvirtøkuni, og eru samdir um at samstarva um øll praktisk og formlig viðurskifti, nú ein føroyskur loftferðslumyndugleiki verður bygdur upp.
Teir vitjaðu eisini Vága Floghavn og fingu kunning um uppgávur, ætlanir og avbjóðingar á loftferðsluøkinum frá Regini I. Jakobsen, stjóra, starvsfólkum í torninum og tilbúgvingini.
“Eg fegnist um, at danski ráðharrin og hansara fólk eru so jalig fyri samstarvinum, og vit gleða okkum at fara undir tað týdningarmikla arbeiðið at byggja upp okkara egnu førleikar, tænastur, eftirlit og myndugleika á loftferðsluøkinum”, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.