23.08.2024 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Samandráttur frá kunningarfundinum fyri útróðrarbátar

Samandráttur frá kunningarfundinum fyri útróðrarbátar

Fitt av fólki møtti til almenna kunningarfundin ætlaður vinnuligum útróðrarbátum í bólki 5 í Bakkastovu tann 22. august 2024. Landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, sum varðar av málsøkinum, bjóðaði vælkomin og greiddi frá, hví fundurin varð settur á skrá.

Í fjør sendi Sjóvinnustýrið útróðrarbátum boð um at lata seg sýna, soleiðis at til ber at fáa siglingarloyvi, eins og tað er ásett í Fráboðan F. Í hesum sambandi hava fleiri útróðrarbátar sett seg í samband við Sjóvinnustýrið um at fáa sýna bátin. Samstundis hevur Suðurstreymoyrar útróðrafelag víst á, at krøvini til útróðrarbátar eru ov strong og í fleiri førum óneyðug. Krøvini í Fráboðan F eru bygd á norðurlendsa bátastandardin, og fevna m.a. um hallroynd, akseltrekk, ávingarskipanir, el-sløkkingarskipanir o.s.fr. 

Landsstýrismaðurin vísti á, at ynski er at lyfta trygdina á sjónum – eisini trygdina hjá útróðrarbátum. Kortini kunnu ábøtur gerast í mun til krøvini, og endamálið við fundinum var m.a., at útróðrarbátar fáa høvi at greiða frá sínum sjónarmiðum og eygleiðingum.

Hans Johannes á Brúgv, stjóri á Sjóvinnustýrinum, greiddi frá um útróðrarflotan, sum í miðal er meir enn tredivu ár. Av útróðrarbátum, sum eru mettir at vera vinnuligir, siglir væl meir enn helvtin uttan siglingarloyvi. Hans Johannes á Brúgv greiddi frá, at gongdin er vanliga, at bátar byrja sum frítíðarfør, sum koma í bólk 5B og síðani í bólk 5A. Í Føroyum eru eingi krøv til frítíðarbátar ella útróðrarbátar, sum ikki eru at meta sum vinnuligir. Tað merkir, at fyri fleiri verður útróðrarbáturin fyrst sýnaður nógv ár eftir, at hann er bygdur og møguliga umbygdur til útróður. Hans Johannes á Brúgv vísti á, at Sjóvinnustýrið ynskir at fáa viðurskiftini hjá útróðrarbátum upp á pláss, og at vinnuligir útróðrarbátar fáa siglingarloyvi sambært Fráboðan F.

Í framløgu greiddi Eyðun Anthoniussen, leiðari á sýnsdeildini í Sjóvinnustýrinum, frá um Fráboðan F, og Jógvan Hentze, sýnsmaður á Sjóvinnustýrinum, greiddi frá um, hvussu sýn fer fram. Eisini greiddi Ragnar Groth Mortensen frá um, hvussu hansara útróðrarbátur varð sýnaður. Ragnar Groth Mortensen vísti í hesum sambandi á, hvørji krøv hann metti vóru skilagóð, og hvørji vóru í so nógv av tí góða.

Í millum framløgurnar og aftaná var kjak. Útróðrarmenn førdi fram, at útreiðslurnar í sambandi við sýn av vinnuligum útróðrarbátum stóð ikki í mát við inntøkurnar, sum fleiri av útróðrarbátunum hava. Samstundis mettu fleiri av útróðrarmonnunum, at viðurskiftini vóru nóg trygg, tí bjargingarútgerðin umborð er í lagi. Eisini varð víst á, at tað er umráðandi, at tað er greitt, hvussu Sjóvinnustýrið fremur sýn, og hvørji krøv verða sett útróðrarbátum. Eisini varð ført fram, at tað er umráðandi, at krøvini knýta í trygdina á sjónum, og at Sjóvinnustýrið ikki bara setur krøv fyri at seta krøv – tí tað stendur í reglunum. Viðurskiftini eru nóg trygg, og tað er ikki neyðugt við fleiri krøvum, sum skulu haldast við líka og hava útreiðslur við sær. At enda førdi Suðurstreymoyar útróðrarfelag fram, at felagið metir ikki, at Fráboðan F skal galda fyri útróðrarbátar á innaru leiðunum. Fyri hesar útróðrarbátar er lóg um bjargingarútgerð nóg mikið og hóskandi. Felagið heitti á Landsstýrismannin í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum um at broyta reglurnar samsvarandi.

 

Landsstýrismaðurin takkaði fyri sjónarmið og eygleiðingar og vísti á, at Sjóvinnustýrið og Uttanríkis- og vinnumálaráðið lurta og hyggja at, um reglurnar um sýn og krøv til útróðrarbátar eru skynsamar. Samstundis heitti Landsstýrismaðurin á útróðrarbátar, sum framvegis ikki hava latið seg sýna um at seta seg í samband við Sjóvinnustýrið fyri at avtala sýn