Sálarfrøðilig hjálp til ung í miðnámsskúlum í øllum Føroyum
Mentamálaráðið hevur hetta skúlaárið sett í verk sálarfrøðiliga tænastu til miðnámsskúlaøkið.
Í august mánaði í ár eru tveir sálarfrøðingar settir í hálvtíðarstarv til at veita samrøður til næmingar í miðnámsskúlunum kring landið. Tilboðið er eitt samstarv millum Mentamálaráðið, Sernám og miðnámsskúlarnar, og er ein royndarskipan, ið skal virka fyribils skúlaárið 2015-2016. Hetta gevur nú øllum miðnámsskúlanæmingum atgongd til ókeypis sálarfrøðiligar samrøður, tá tørvur er á tí.
Royndir aðrastaðni vísa, at ung fólk, ið stríðast við eitthvørt sálarligt, eitt nú einsemi, avriksótta, tunglyndi ella annað, kunnu fáa gagn av sálarfrøðiligum samrøðum. Til ber hjá næmingunum at venda sær til lestrarvegleiðingina í skúlunum fyri at fáa meiri kunning um tilboðið.
Mynd: Súsanna Skaale og Annika Helgadóttir Davidsen røkja sálarfrøðiligu tænastuna í miðnámsskúlunum