Rúni, Anna Malan og Steinprent fingu Mentanarvirðislønir Landsins
Í kvøld vórðu Mentanarvirðislønir Landsins handaðar á Seglloftinum á Tvøroyri. Tað var Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, sum handaði tær tríggjar virðislønirnar, Mentanarvirðisløn Landsins, Heiðursgáva Landsins og Virðislønin til ungt listafólk. Rúni Brattaberg fekk Mentanarvirðisløn LandsinsMentanarvirðisløn Landsins 2016 varð latin Rúna Brattaberg, operasangara. Virðislønin, sum er 150.000 krónur, verður latin fólki, sum hevur skapað listaverk á høgum stigi, og í grundgevingini fyri, at Rúni Brattaberg í ár fær heiðurin, verður m.a. sagt: “Tað lá kanska ikki í kortunum hjá bóndasoninum úr Fámará, at hann ein dag skuldi standa á mætasta operapallinum í heiminum, The Metropolitan Opera í New York og syngja Wagner - og tó. Á ungum aldri fór Rúni Brattaberg at syngja við kórinum Ljómi í Vági. Hóast upprunaliga útbúgvin dokumentarfotografur var tað alskurin til sangin, sum dró. Hann megnaði at fáa pláss í kórinum á Den Kongelige Opera í Keypmannahavn, áðrenn hann nam sær víðari útbúgving í sangi, fyrst á Sibelius Akademia í Helsinki og síðan á International Operastudio í Zürich. Rúni hevur frá náttúrunnar hond eina serstakliga djúpa og orkufulla bassrødd og harumframt vilja og ágrýtni, sum ger, at hann í dag fær í boði mest áhugaverdu operaleiklutirnar fyri bass. Við leiklutum so sum Gurnemanz og Titurel í Parsifal og König Marke í Tristan og Isolde eftir Richard Wagner, sum Baron Ochs í Der Rosenkavalier eftir Richard Strauss og sum Osmin í Die Entführung aus dem Serail eftir Wolfgang Amadeus Mozart hugtekur Rúni Brattaberg áhoyrarar og ummælarar um allan heim.” Steinprent fekk Heiðursgávu LandsinsHeiðursgáva Landsins, sum er 75.000, verður latin mentafólki, ið hevur virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Heiðursgáva Landsins fyri 2016 verður latin verður latin grafiska verkstaðnum, Steinprenti, við Jan Hartvig Andersson og Fríðu Matras Brekku. Í grundgevingin fyri heiðurin verður m.a. sagt: “Grafiski verkstaðurin var settur á stovn í 1999. Eftir eitt tíggju ára skeið í hølum á Listasavni Føroya flutti verkstaðurin í 2009 oman á Skálatrøð og tók navnið Steinprent. Her, mitt í Havnini, hava Jan Hartvig Andersson og Fríða Matras Brekku skapað eitt kveikjandi listaligt umhvørvi, ið dregur at sær bæði føroysk og altjóða listafólk. Steinprent, sum hevur útgerð í serflokki og góð framsýningarhøli, er karmur um eitt livandi umhvørvi, har listafólk hava góðar umstøður at virka og miðla sína list, og har listaáhugað kunnu uppliva list í heimsflokki. Men mest av øllum eru tað fakligu førleikarnir, kreativu tilgongdirnar og arbeiðshugburðurin hjá Jan Hartvig Andersson og Fríðu Matras Brekku, sum draga listafólk at sær, og sum hava gjørt, at Steinprent í dag er eitt av fremstu grafisku verkstøðum í Norðurlondum.” Anna Malan fekk Virðislønin til ungt listafólkAnna Malan Jógvansdóttir fekk virðislønina til ungt listafólk. Virðislønin er áljóðandi 50.000 krónur og er ætlað at stuðla undir og stimbra ungum listafólki. Í grundgevingin fyri, at Anna Malan Jógvansdóttir, fær Virðislønina til ungt listafólk, verður m.a. sagt: “Í 2015 gav Anna Malan Jógvansdóttir út yrkingasavnið Undirfloyma, sum hon listprýddi sjálv. Saman við myndum og yrkingum ferðast vit gjøgnum ein holdbundnan og stundum ræðandi vakurleika ímóti einum heimi, har eymleikin vónandi bíðar. Anna Malan var millum tey heilt fáu, sum í fjør slapp inn á Rithøvundaskúlan í Keypmannahavn.” Røður og tónleikurÍ ár vóru Mentanarvirðislønir Landsins handaðar á Seglloftinum á Tvøroyri. Nógv fólk vórðu komin saman á loftinum, og løtan varð send beinleiðis í bæði útvarpi og sjónvarpi Kringvarpsins. Umframt heiðursrit og peningagávu, so fingu Rúni Brattaberg, Steinprent og Anna Malan Jógvansdóttir hvør sína røðu. Annfinnur Thomasen helt røðu fyri Rúna Brattaberg, Oddfríður Marni Rasmussen helt røðu fyri Onnu Maluni, og Kinna Poulsen helt røðu fyri Jan Hartvig Andersson og Fríðu Matras Brekku í Steinprenti. Tónleikin stóðu kórið, Ljómur, sangarin Teitur og limir úr bólkinum Hamradún fyri. Ljómur sang fyrst og síðst, Teitur spældi eitt stykki, sum var sett saman av klavertónum og grafiskum myndum, og Pól Arni Holm og John Áki Egholm úr Hamradun sungu og spældu m.a. úr Sinklars vísu, eftir at Rúni Brattaberg hevði takka fyri heiðurin úr Leipzig, har hann er upptikin við operaframførslum. Rigmor Dam, landsstýriskvinnan, gleddist í síni endarøðu m.a. um, at vit fáa alsamt fleiri yrkislistafólk í Føroyum. Vanliga verða Mentanarvirðislønir Landsins handaðar á føðingardegi William Heinesens, men vegna norðurlendska mentanarfestivalin Nordic Matters í London, var hátíðarhaldið útsett. William Heinesen var ein undangongumaður innan føroyska yrkislist, men tað gingu umleið 30 ár frá tí at hann gav út sítt fyrsta yrkingasavn, til hann kundi arbeiða sum rithøvundur burturav. “List á høgum listaligum stigi kann hava eina tunga og trupla tilgongd. Og í nógvum førum er tað bara treiskni og áhaldni hjá listafólkunum fyri at takka, at tey ikki eru givin á hondum, og hava valt sær aðra yrkisleið, men hava tvíhildið um dreymin um, at yrkislistaleiðin við tíðini kanska – og bara kanska – fer at geva so mikið av sær, at tað fer at bera til at liva av henni,” segði landstýriskvinnan millum annað í sínari røðu og greiddi síðani frá, at fyri at bøta um umstøðurnar hjá yrkislistafólkum hevði landsstýrið gjørt av at styrkja Mentanargrunn Landsins komandi trý árini. |