16.04.2013 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

RØÐAN HJÁ LANDSSTÝRISMANNINUM, TÁ HAKIN VARÐ SETTUR Í

RØÐAN HJÁ LANDSSTÝRISMANNINUM, TÁ HAKIN VARÐ SETTUR Í

“Leingi er tað, ið væl skal vera”, sigur orðatakið.

Soleiðis hevur eisini verið við fyrireikingunum til útbyggingarnar av Skúladeplinum í Marknagili, sum í ymiskum útgávum hevur verið í umbúna í áratíggju.

Longu í fyrru helvt av 80-unum, tá Handilsskúlin varð bygdur í Marknagili, vóru ætlanir um at byggja nýggjan Tekniskan Skúla her, - og í seinnu helvt av nítiárunum varð eisini arbeitt ítøkiliga við ætlanum at byggja nýggjan Studentaskúla á hesum stað.

Kortini hevur tað øll hesi árini ongantíð eydnast at standa saman um nakra av ætlanunum, og hava tær tí allar verið av ongum.

Tí eri eg ómetaliga fegin um at standa á odda, nú tað loksins hevur eydnast okkum at koma so langt við fyrireikingunum av hesi verkætlanini, at tíðin nú er búgvin at loysa fyrstu fløgini, sum tekin um at farast kann undir at byggja.

Talan er um stóran dag í føroyskari søgu og helst millum teir størstu í okkara skúlasøgu. Tí her fara komandi mongu árini ein stórur partur av okkara ungdómi at leggja lunnar undir framtíðina. Her fara vit at geva teimum tað besta, vit eiga: vitan og lærdóm.

Byggiverkætlanin, sum vit nú fara undir at byggja, fevnir sum kunnugt um Studentaskúlan, Tekniska Skúlan og Handilsskúlan.

Útbyggingin kemur í tøkum tíma, tí umstøðurnar hjá lærarum og næmingum á Tekniska Skúla í Smiðjugerði og á Studentaskúlanum í Hoydølum hava verið út av lagi vánaligar í mong ár, og trongligt hevur eisini verið á Handilsskúlanum seinnu árini.

Mín vón er, at hetta fer at byggja brýr millum næmingar og lærarar, at tríggir skúlar fara at húsast undir somu lon, tá nýggi skúlin fer at standa liðugur, og eg vóni, at næmingar og starvsfólk fara at fáa gagn og gleði av kunnleikanum hvør hjá øðrum.

Vit seta nú skjøtul á størstu byggiverkætlan í Føroya søgu í nýggjari tíð. Tað setur ómetaliga stór krøv til okkum, ið varða av verkætlanini, og til øll, sum skulu byggja skúlan.

Eg vóni tí, og havi álit á, at allir partar, - myndugleikar, ráðgevar, eftirlit, leiðarar og hvør einstakur handverkari fara at gera sær ómak, soleiðis at vit eftir lokið verk í 2016 kunnu siga, at vit megnaðu at lyfta fakliga stoltleikan, sum liggur í at byggja nýtt, - og harafturat hildu vit tíðarætlanina og kostnaðarætlanina. Alt hetta er av alstórum týdningi fyri trúnna og álitið á, at tað við nærlagni og góðum samstarvi millum allar partar ber til at røkka góðum úrslitum, hóast avbjóðingin er risastór.

Eg havi altíð verið hugtikin av søguni um blankaskálamenn, tá teir fyri góðum 200 árum síðan, á vári í 1809, tóku avgerð um at flyta eina heila bygd eystur um til Syðradals. - Tað var eitt ódnartak tá í tíðini. Men 7 ár seinni, á sumri í 1816, varð “nýggja” bygdin liðugt bygd og sýnað, sum eitt valaverk. Tá vóru sethús, úthús og neyst bygd - og bøur veltur úr nýggjum.

Vit hava eins og blankaskálamenn tikið støðu til at flyta Studentaskúlan, Tekniska Skúlan og Handilsskúlan úr gomlu hølunum, - í nýggj undir somu lon á hesum stað. Vit kunnu siga, at vit eru farin undir at velta úr nýggjum bæði viðvíkjandi hølum og innihaldi á miðnámsskúlaøkinum.

Tí afturat byggingini, vit seta skjøtul á her í høvuðsstaðnum í dag, byrja vit við nýggjum útbúgvingarskipanum á gymnasiala miðnámsskúlaøkinum og á yrkisútbúgvingarøkinum í summar. Og vit fara eisini undir at byggja út miðnámsskúlarnar á Kambsdali og í Klaksvík í hesum døgum.

Og stendur tað til mín, steðga vit ikki her. Næsta stigið verður at taða útbúgvingarlendið uppaftur betur við eisini at menna fleiri styttri viðkomandi vinnurættaðar útbúgvingar og at fjøltátta útboðið av lestrarmøguleikum til hægri útbúgvingar í Føroyum, - samstundis sum samstarvið millum útbúgvingar- og granskingarøkið og vinnuna verður ment nógv meira.

Megna vit tað, verða sannlíkindini fyri, at fleiri av pisunum, sum í framtíðini verða floygdar eitt nú í nýggja Skúladeplinum í Marknagili, gerast støðufuglar her heima og fara at virka her landi og fólki at frama.

Á fløguni ‘Hinumegin ringvegin’ tekur skaldið kári p soleiðis til:

“Gleivi yvir vísdómsgil

tignarliga tómur

fattur sum nýfolað fyl

í fløkju millum blómur.”

Í dag standa vit hesumegin ringvegin, og spennandi verður í komandi tíð at fylgja verkætlanini uttan fleiri fløkjur.

Áðrenn hakin verður settur í, skal eg ynskja tykkum, sum skulu byggja, og okkum øllum góða eydnu við tí verki, vit nú fara undir. Talan verður um ein arkitektoniskan og listarligan varða her á landi, og ein skúla, sum skal standa langt inn í hesa øldina.

Mín vón skal vera, at byggingin fer at eydnast væl – og at Harrin má signa verkið.

Hakan, sum eg nú fari at seta í svørðin, havi eg tilevnað í samstarvi við góðum kreftum á Tekniska Skúlanum og við fyrimynd úr gomlum haka, sum blankaskálamenn nýttu at velta úr nýggjum við, tá teir fluttu til Syðradals.

Nú er bara at vóna, at hakin heldur til tað ódnartak, vit nú fara undir!

Takk fyri