31.10.2023 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Røðan hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, til ferðavinnustrategiina fram ímóti 2030

Røðan hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, til ferðavinnustrategiina fram ímóti 2030

Góðu tit,

Sum í so mongum í heiminum er tað eisini í okkara máli og mentan sera avgerandi, hvar vit leggja trýstið og týdningin, tá ið vit siga og gera og fremja okkurt. Ja, tað kann vera sum munurin millum dag og nátt.

Hugsið bara um hugtakið og orðini: ”At bera til”. Tá ið fólk hava visiónir og ætlanir og stríðast fyri at skapa okkurt, so kunnu vit siga: ”Ja, tað ber til…”. ”Eg hoyri teg…”

Men vit kunnu eisini siga og hugsa: ”Jú, tað BER til”. ”Lat okkum saman fara undir tað.”

Eftir mínum tykki er hetta søgan um allan veruligan framburð og alla menning í Føroyum. Um alt tað, ið vit standa saman um og dýrmeta, hóast vit hava verið ósamd og stríðst um tað á vegnum. At vit hava sagt: Tað BER til – og ikki givið upp, hóast mótstøðu og óteljandi: ”Ja, ja, tað ber til…”

Um tað er okkara mál, mentan, vinna, vælferð, skúli, samskifti, samferðsla, list og ítróttur: Føroyar eru søgan um, at tað hevur borið til, hóast fá høvdu trúð, at tað yvirhøvur kundi bera til. Og tað er tað, sum ber.

Grundarlagið fyri hesum er sjálvandi, sum Gunnar Hoydal, sáli, og Niclas Johannesen siga okkum í sangleikinum ”Skeyk”:

“Hetta er okkara land, hetta er okkara land. Einki annað eiga vit, tað er okkara land.”

---

Ferðavinnan er eitt lýsandi dømi um tað, eg her havi nevnt. Jú, tað BER til. Og visiónér fólk hava prógvað, hvat ber til. Og vit hava í hesum øll sæð, hvat virði liggur í okkara egna tilfeingi og okkara egna landi og mentan. Og at vit megna at koma út í heim og draga heimin til okkara – og at vera í heimsflokki í mati og gastronomi, list, náttúruupplivingum og lokalari mentan og søgu.

Í dag fáa vit so aftur eitt úrslit av hugsjónini um, at tað BER til og tað skal bera til.

Visit Faroe Islands leggur fram strategi fyri ferðavinnuna til 2030. Og sum neyvan er hent aðrastaðni í heiminum, hava øll fólk í landinum – ein heil tjóð – havt møguleikan at siga sína hugsan og geva sítt íkast.

Og tað er ikki bara sum at siga tað. Vit hava sjálvandi somu avbjóðingar, sum øll onnur lond hava í mun til ferðavinnu.

Í alt ov nógvum londum hevur altjóða ferðavinna tikið land og sjálvræði frá íbúgvunum, sum gerast áskoðarar ella statistar í eini altjóða vinnu og hjá multinasjonalum fyritøkum.

Í nógvum londunum fáa ferðafólk upplivingar, sum eru leysar frá gerandisdegnum og ektaðu mentanini í landinum. Upplivingar, sum tey ikki fáa heima, men sum eru akkurát líka sum í so mongum øðrum ferðavinnuídnaðarplássum.

Vit vita, at altjóða ferðavinnan hevur so manga staðni hvørki tikið atlit til fólkið, umhvørvið, mentanina, náttúruna ella vinnuna á staðnum.

Hetta má ikki henda hjá okkum.

Tí hevur tað frá fyrsta degi verið aðalmálið, at ferðavinnan í Føroyum skal verða til gagns fyri okkum øll, sum her búgva. Vit skulu skapa eina ferðavinnu, sum ikki elvir til nógv størri slit í náttúruni, men kortini gevur øllum møguleika at uppliva hana. Eina ferðavinnu, sum gevur fólki møguleikar at skapa nýggj størv kring alt landið.

Ferðafólk, sum koma til Føroya, skulu uppliva og virða okkara land sum tað er. Tey skulu uppliva tað veruliga samfelagið, njóta matstovur og útferðir og virðir, sum okkum sjálvum dámar.

Ferðavinnan skal verða rótfest í føroyska samfelagnum, í okkara virðum og í okkara gestablídni.

***

Ella hvussu er tað við tí? Eru vit enn so gestablíð, sum vit hava breggjað okkum av? Tað halda ikki øll ferðafólkini.

Visit Faroe Islands fær dagliga klagur frá ferðafólki, sum kenna seg illa viðfarin.

Ferðafólkini, sum klaga, skilja ikki, at tey verða møtt við gjaldsterminalum, og gjaldsportrum, har tey verða kravd at gjalda fyri at ganga ein túr í náttúruni.

Tey skilja ikki, at viðurskiftini í Føroyum eru so óskipað.

***

Hetta er sjálvandi tí, at vit í politisku skipanini ikki hava megnað hugsanina um, at tað BER til. Og at vit kunnu gera tað, sum fá lond hava megnað. At skipa eina ferðavinnu, ið tekur atlit til tey stríðsmál og avbjóðingar, ið eru við ferðavinnu um allan heim.

Tí sjálvandi skapast ósemjur og ónøgd. Sjálvandi verða fólk ónøgd, tá ið slit sæst í náttúruni, tá ið ferðafólk ganga húsunum ov nær og kaga inn gjøgnum rútarnar, tá ið bygdasamfeløg verða órógvað av stórum bussum og ferðaløgum, ella tá ið leigubilar gera tað trupult at sleppa inn í bygdina.

Og tað er væl skilligt, at fólk gerast stúrin um støðuna og gongdina, tá ið sethús verða til summarhús, og tað samstundis er bústaðartrot.

Tað er eisini lætt at skilja, at tey, sum varða av jørðini, verða ørkymlað, tá ið vinnulig ferðavinna verður skipað, har landbúnaðurin er frammanundan.

Hesar avbjóðingar eru veruligar og álvarsligar og skulu loysast.

***

Men sjálvandi ber tað til. Víst eru avbjóðingar í ferðavinnuni, men tað eru eisini nógvir ágóðar. Ferðavinnan skal gera tað liviligari í Føroyum. Hon skal økja um møguleikarnar fyri at fólk kunnu búgva og starvast har, sum tey ynskja. Fáa betri samferðslumøguleikar.

Ferðavinnan hevur skapt grundarlag fyri nógvum spennandi matstovutilboðum, mentan og list og øðrum upplivingum, sum vit øll kunnu njóta, og sum geva góðar arbeiðsmøguleikar og nýggjar inntøkur. Og ikki minst letur ferðavinnan upp fyri nýggjum virksemi og inntøkum á teimum støðum í landinum, sum treingja tað mest.

Har kann ferðavinnan verða eitt gylt høvi til at skapa nýtt virksemi, sum tekur støði í lokalsamfelagnum. Tilboð, sum eru grundað á júst tey virði og tað bygdalívið, sum vit vilja varðveita og menna.

Tá ið bøndur og bygdafólk vísa ferðafólkum sína bygd og náttúru og sýna veruligt gestablídni, tá fáa gestirnir ta best hugsandi upplivingina, og tá liggur eisini sum mest av peningi eftir á staðnum.

Tað hevur alt at týða, at ferðavinnan er til gagns fyri okkum, og at fólkið, sum her býr, tekur undir við føroysku ferðavinnuni. Hetta veit eg, er eisini fremsta málið í hesari nýggju strategiini, sum Guðrið nú fer at siga okkum frá.

Strategiin skal hjálpa okkum at seta eina felags kós fyri eina ferðavinnu, sum hóskar til okkara. Eina ferðavinnu, sum gevur inntøkur, grundað á okkara ektaða tilfeingi og virði. Eina ferðavinnu, sum fær smílini og gestablídnið fram aftur.

”Hetta er okkara land, hetta er okkara land. Einki annað eiga vit, tað er okkara land.”