Røða varaløgmans á allahalgannadegi 1. november 2023 – minningardagur teirra sjólátnu
Háttvirda samkoma.
Allahalgannadagur sum minningardagur teirra sjólátnu er ein heilt serstakur dagur fyri okkara fólk, her mitt í sjónum. Ein dagur, ið savnar okkum um ta máttmiklu grundtreyt, ið hevur skapað lívskor í hesum landi.
At vit savnast um at royna at siga “ta óskrivaðu søgu og ta orðaleysu røðu, um fólkið her livdi, skapaði tjóð” – íblást av orðunum hjá Christiani Matras.
Óskrivaðar søgur og orðaleysar røður, ið eru knýttar at hvørji bygd, hvørjum heimi, hvørjari familju, hvørji sál og hvørjum hjarta í Føroyum. Og sum í allari okkara mentan og list og skapan er ein frummáttur: Havið og sjógvurin sum lívstreyt og heimur.
Jákup Dahl yrkir:
Men havið teskaði so undarligt ljóð,
sum grátur tað kendist av sonnum,
og hvør ein alda mót landinum dróg,
sum suff var frá sjólátnum monnum.
...
Bert ein dag, eitt bil í senn eg fái.
Ríka troyst til stirda sál og ond!
Hví nú stúra? Lít á Harrans náði,
alt jú hvílir í Guds Faðirs hond.
Hesi orðini úr kenda sálminum eftir Linu Sandell, sum Jógvan Nolsøe so hugtakandi vakurt hevur latið í føroyskan búna, hóska væl til okkara. Til okkara, sum liva við sjógvin og á sjónum. Í ljósi og í myrkri. Í logn og í ódn.
....
Fyri hundrað árum síðani, í 1923, keyptu Mortensen menninir á Tvøroyri sluppina General Gordon úr Svøríki. Fiskivinnan var langt síðani vorðin høvuðsvinnan, og sum hjá so mongum var málið at vinna pening til lívsins uppihald. Teir vistu fullvæl, at hetta var ikki vandaleyst. Teir settu lívið í veð. Men hepnaðist ferðin, var vinningurin vísur.
Tíðliga árið eftir hvarv General Gordon á Suðurlandinum. Bara toppstongin var funnin og førd til Vágs við sluppini Lauru.
Undangongukvinnan fyri verkafólk, Andrea Árting yrkir:
Dunandi aldan mót klettunum brúsar,
sigrandi hásong hon kvøður í dag.
Kúrandi einkja man leita til húsar,
faðirleys børn gráta sorgartungt lag.
19 mans fórust við General Gordon. Tann elsti var 45 ára gamal; tann yngsti 16. Eftir sótu níggju einkjur og 29 børn.
Henda vanlukkuliga hending er meinkend allastaðni í Føroyum. Eingin býur og eingin bygd er spard fyri at kenna ta hørðu lagnu, sum fyrr merkti og enn merkir okkum sum fólk og tjóð. Vit vita, at okkara ríkidømið er ikki fingið lættliga. Vit hava goldið dýrt. Og hetta hava vit altíð hjá okkum; í hjørtum okkara og á minnisvarðum okkara.
Á minnisvarðar og gravsteinar rita vit nøvn okkara kæru. Tað, sum frammanundan er høgt í minni okkara, verður høgt í stein. Tað stendur eftir tann farna, og tað fer at standa eftir okkum við. Sum tigandi minni standa hesir minnisvarðar og gravsteinar sum vitni um ta dýrasta, nakar kann rinda.
...
Fyri eina siglandi tjóð er vandin altíð til staðar. Aloftast er hann fjaldur og fjarur, tí nútímans tól og tøkni hava gjørt trygdina á sjónum betri. Og lukkutíð eru vanlukkurnar á sjónum støðugt fækkaðar.
Men viðhvørt er vandin sjónligur og nær. Havið gevur og havið tekur.
Vit eru takksom fyri tað, sum havið gevur okkum. Kortini vita vit altíð, at vandi kann vera á ferð. Og vit vita eisini, at havið viðhvørt tekur meira, enn vit vilja geva. Men einki av hesum er í okkara hondum.
Vit liva í eini tíð, har vit kenna tað sum hava vit ræði á øllum. Vit kunnu stýra øllum, og vit eiga allar avgerðirnar sjálvi. Vit temja land og hav, og eingin er ímóti okkum.
Og júst tá – tá vit halda, at einki kann saka okkum – rakar vanlukkan. Tá deyðin er óvæntaður og óboðin gestur, og vit verða mint á, at vit ráða ikki, tá tað veruliga umræður.
Ella við orðunum hjá Mariu Skylv Hansen:
Nornan, hon spinnur vár lagnutráð,
bæði við liðum og høllum á,
fáur fær tráðin heilt slættan.
...
Sálmin Bert ein dag yrkti Lina Sandell, tá hon sjálv var í djúpari sorg. Tvær systrar hennara vóru deyðar av herviligari sjúku, og sjálv var hon álvarsliga sjúk. Um dagin í morgin visti hon einki. Hon visti bara, at tað, hon fekk – sjálvt lívið – var Bert ein dag, eitt bil í senn. Hetta var hennara uggi.
Eins og sálmaskaldið vita vit heldur ikki, hvat dagurin í morgin býður okkum. Góð tíðindi ella feigdarboð.
Vit stúra stundum fyri degnum í morgin, eisini áðrenn hann kemur. Tað er menniskjansligt. Tað verður kortini sagt, at tað verður ikki lagt meira á okkum enn tað, sum vit megna at bera.
Sum tín dagur skal tín styrki vera.
Hesi orðini kunnu veita okkum troyst og linna, tá sorgin er størst og myrkrið svartast. Orðini bera okkum vónina um, at vit hóast alt fara at megna at bera hesa byrðu.
Men orðini kunnu eisini minna okkum á, at tað einasta, sum vit vita við vissu, er, at vit eiga dagin í dag. Vit eiga bara dagin í dag. Lat okkum tí hóast sorg og sakn við takksemi minnast aftur á tað, sum vit hava havt, og á tey minnini, sum vit ongantíð fara at missa, hóast tey við tíðini kámast.
Bert ein dag, eitt bil í senn eg fái,
takkar stillan eyðmjúk ond.
...
Hetta farna allahalgannaárið er eingin sjólátin ella deyður í yrki sínum á sjónum. Eyðmjúkt takka vit fyri tað – meðan vit minnast tey, ið undan eru farin.
Føroya landsstýri og alt Føroya fólk hevur samkenslu við teimum, ið mist hava, og sum kenna sorgina meinast. Saman drýpa vit høvur, og við virðing og tøkk minnast vit tey, ið farin eru.
Jesus veri hjá tykkum.
Tøgn í ein minutt.
Friður verður við minni teirra.
Mynd: Tórleif Johannesen